- Project Runeberg -  Lesibók /
76

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

er nú háttað, Leivur fostri, at her eru komnir frændur
mínir, ið brádliga máttu fara úr Føroyum fyri ikki
langa tíð síðani; nú kann eg ikki tola, at vær frændur
skulum vera kúgaðir av tykkum báðurn, tær og Gilla;
her eru nú tveir kostir fyri tykkum úr at velja: annar
er hann, at eg dømi einsurnallur ímillum tykkara, men
veljið tit ikki henda kostin, vil eg ikki leggja teir í
haft, men lata teir fara fram ímóti tykkum sum teir
sjálvir vilja.« Leivur og Gilli síja, at teir eru
ovfá-mentir ímóti Tróndi og hansara liði nú á sinni, og teir
velja tí tann kost at geva allar sakir teirra millum til
dóms Tróndar, og hann kunnger strax dóm sín og sigir,
at hann mundi ikki síðari verða vitrari at gera taðav:
»tað er avgerð mín,« sigir Tróndur, »at eg vil, at
frændum mínum skal loyvast at vera í Føroyum, hvar
teimum líkar, tó at teir hava áður verið riknir burtur
hiðani úr oyjum, men bøtur skal hvörgin parturin
leggja ; ræðið her í Føroyjum vil eg hava tað skifti á,
at eg havi ein triðjung, Leivur annan og synir
Sig-mundar hin triðja; hetta ræði hevir leingi verið fyri
övund og tannabiti. Tær, Leivur, vil eg,« sigir Tróndur,
»bjóða barnfostur og fostra upp-Sigmuud son tín; tann
góðvilja vil eg enn sýna tær.« Leivur svarar: »tað vil
eg, at fyri barnfostranini, ið tú lievir boðið okkum,
skal Tóra ráða og avgera, hvört hon vil, at sonur
hennara skal fara til tín ella vera heima lijá okkum.«
Nú skiljast teir so statt; og tá ið Tóra frætti um
bsrn-fostranina, svaraði hon: »t,að kann vera, at mær er

annar hugur aftur um lietta enn tær, og vil eg ikki,
um eg skal ráða, lialda Sigmundi syni mínum frá teirri
uppfostran, ið honum býðst, tí at mangt lykir mær,
Tróndur hevir fratn um flestar menn.«

Hvussu Leivur var Sjúrði Tollakssyni at bana.

Tá mælti Leivur: »langt hevir Tróndur tó sæð

frani, tá ið hann beyð okkum barnfostur, og tað má eg
kenna tær um, Tóra; — tað verður Sigmundi, syni
okkara, at deyða, er liann hjá Tróndi, tá ið nakað
kemur ímillum okkara og Sjúrðar.« »Ikki ætli eg, hann

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0090.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free