- Project Runeberg -  Lesibók /
77

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

skal vera har leingi hiðan ífrá,« sigir Tóra: »nú er

tíðin komin, at vit skuium fara til Eysturoyar, og at
tú finnur Trónd fosturfaðir tín;« óll koma tey á samt
um hetta.

Nú fer Leivur og tey óll, sjey fólk á báti, og
koma til Eysturoyar; tað tók inn um dagin hjá teimum,
og teir vóru illa sjódálkaðir, men Tóra var turr. Tey
ganga niðan til liúsa í Götu, og Tróndur fagnar teimum
væl og letur kynda eldar fyri Leivi og monnum
hans-ara í framhúsinum, men Tóra var leidđ utar í stovuna,
og sonur hennara Sigmundur var har hjá henni; hann
var tá níju ára gamalur og av fittastu dreingjum at
síja. Móðir hansara spurdi, hvat Tróndur hevði lært
hann, men hann segði seg hava lært allar saksøkingar
og rættargang um peningabøtur fyri seg og aðrar; tað
lá alt greitt fyri honum. Tá spyv hon, hvat
fostur-faðir hans hevði lært hann av heilögum lestri.
Sig-mundur segðist hava lært pater noster (faðir vár) og
kreduna (trúnna); hon segðist vilja hoyra tað, og liann
gjördi so, og henni tókti hann syngja pater noster
nökulunda til lítar, men kredo Tróndar Ijóðnði soleiðis:

Gangi eg ei eina út,
fýra mær fylgja,
fimin Guds einglar;
beri eg bøn fyri mær,
bøn fyri Krist,
syngi eg sálmar sjey;
síji Gud yvir luta mín!

Og í tí sama kemur Tróndur inn í stovuna og spyr,
hvat tey tala um. Tóra svarar, og sigir, at Sigmunđur
sonur hennara hevði flutt fram fyri henni teir lærdómir,
ið hann hevði kent honum, »og tykir mær,« sigir hon,
»at kredo hans er ongum líkt.« »Tað er so háttað við
tí, sum tú veitst,« sigir Tróndur, »at Kristus átti tólv
lærisveinar ella fleiri, og kundi hvör teirra sína kredu;
nú havi eg mína kredu, men tú hana, ið tú lievir lært,
og kredurnar eru mangar og kunna vera rættar, um tær
ikki eru eins ljóðandi,« tey geva nú upp at tala longur
um hetta. Um kvöldið var teimum allur beini veittur
og var drukkið dúguliga, og Tróndur var ógvuliga
kátur; hann biður reiða til teirra í stovuni og gera
ból á gólvinum. Leivur sigir, at tað bar væl til. Tóra

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0091.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free