- Project Runeberg -  Lesibók /
78

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

sigir, at hon vilđi, at Sigmundur skuldi siga henni frá
ferðum sínum og liggja hjá henni um náttina. »Tað
fer ikki at bera til, tí tá sovni eg ikki í nátt.« »IIetta
fert tú tó at veita mær, Tróndur mín,« sigir hon, og
so varð, at drongurin kom at liggja hjá teimum.
Men Tróndur átti sær eina lítla skemmu, og har svav
hann altíð og drongurin hjá honum og fáir aðrir menn;
Tróndur fór nú í skeinmu sína, og tá var liðið langt
út á nátt. Leivur ætlar sær at sova og Ieggur seg
niður undir og vendur sær burtur frá konu síni; hon
skúgvar undir hann millum herðarnar við báðum
hondum og bað liann ikki sova; »standið upp,« sigir
hon, »og farið runt um Eysturoy í nátt og gerið hvört
far lamið, so at tað ikki er sjóført.« Teir so gera;
Leivur var kunnigur har í hvörjari vík ; teir meiðslaðu har
hvört fljótandi far, so at einki var sjóført. Teir sova
ikki um náttina, men fóru upp snimma á morni, og
Tóra og Sigmundur fara beint oman til báts, men
Leivur gekk inn í skemmuna at, heilsa Tróndi og
siga honum takk fyri góðan fagnað, »og Tóra vil, at
Sigmundur skal fara við henni.« Tróndur hevði sovið
lítið um náttina og segði, at tað skuldi vera av ongum,
at Sigmundur skuldi fara haðani. Leivur gongur
skund-iliga til báts, og Tróndur tóktist nú glögt síja ráð Leivs
og Tóru og biður húskallar taka eina skúlu, sum hann
átti, og at nógvir menn skuldu skunda sær í hana.
Teir so gera, men kclbláur sjógvur fossar inn í hana,
so teir verða fegnir, tá ið teir aftur komast á land;
men einki far er har á oynni, sum er farandi við, og
Tróndur má verða har verandi, hvört honum tykir tað
gott ella ilt. Leivur fer beina leið heim og savnar tá
menn til sín, og er hetta dagin framman undan, sum
Sjúrður og Tórður skuldu finnast har.

Nú er at siga frá Sjúrði Toilakssyni og Tórði, at
teir búgvast heimnn ífrá tann dagstevnda dagin og
hann eggjar teir til at vera skjótar. Tórður sigir, at
sær tykist lítrð um at fara; »og ætli eg,« sigir hann,
»at tú ert feigur, at tú skundar so hart undir hesa
ferð. »Ver nú ikki so løgin,« sigir Sjúrður, »og ver
ikki so ræddur, hvar eingin vandi er; vær skulum tó
ikki halda av at fara á ta stevnu, sum vær hövum áður
snmmælt um.« »Tú skalt ráða,« sigir Tórður, »men
ikki kemur tað óvart á meg, um vær komum ikki allir

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0092.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free