- Project Runeberg -  Lesibók /
79

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

heilir heim aftur í kvöld.« Teir fóru tólv saman á
eini skútu og væl vopnaðir; teir hövdu storm um dagin
og hættuligar streymar at fara um, men sluppu væl
undan og komu til Skúvoyar. Tá segði Tórður, at hann
vildi ikki fara longur. Sjúrður segði, hann vilđi fara
niðan til húsa, tó at hann fór einsumallur; Tórður
segði, hann mundi vera feigur. Sjúrður gongur upp á
oynna, hann var í reyðum kyrtli og hevði bláan
tigla-möttul um herðar, hann var gyrdur við svörði og hevði
hjálm á hövdi. Hann gongur upp á oynna, og tá ið
hann nærkast væl húsunum, sær hann, at allar hurðar
vóru aftur; kirkjan, sum Sigmundur hevði latið gera,
stóð í túninum beint yvir av durunum, og tá ið
Sjúrð-ur- kom upp ímillum sethúsini og kirkjuna, tá sær liann,
at kirkjan er opin, og at ein kona gongur frá kirkjuni
í reyðum stakki og hevði bláa kápu um herðar.
Sjúrð-ur kendi, at tað var Turið húsfrúin og snýst ímóti.
henni; hon heilsar honum blídliga og gongur at einum
træ, ið lá í túninum; har setast tey á træið; hon vil
horva at kirkjuni, men hann vildi horva at
stovuđur-unum og frá kirkjuni, men hon fekk ræði og vendu
tey sær bæði ímóti kirkjuni. Sjúrður spurdi, hvat fólk
har var komið. Hon segði, at har var fáment. Hanu
spurdi, um Leivur var har; hon segði hann ikki vera
har. »Eru synir tínir heima?« sigir liann. »Tað man
vera,« sigir hon. »Hvat hava teir talað um sak okkara
síðani?« sigir Sjúrður. »Tað hövum vær talað um,«
sigir hon, »at öllum osum konufólkum tykist best um
teg, og lítið mundi verið til hindurs fyri mín part,
hevði tú verið óbundin.« »Stórt eydnuspell hevir tá
verið mær fyri,« sigir Sjúrður, »og kann tað eisini
skjótt so skipast mær, at eg aftur eri leysur.« >Tað
er, sum tað verða má,« sigir hon, og í tí vildi hann
benda hana inn at sær og fevndi um ’nana, men hon
togaði tiglamöttulin til sín, og í tí var hurðin latin upp,
og út leyp ein maður og hevði drigið svörð í hendi,
og tað var Hæri Sigmundarson; og tá ið Sjúrður sær
hetta, sinoyggir hann sær niður úr mötlinum og varð
so leysur, men Turið situr eftir við mötli hansara. Nú
koma fleiri menn út, og Sjúrður loypur oman eftir
völlinum. Hæri trívur eitt spjót upp og loypur oinan
á völlin eftir honum, og hann verður skjótastur; hann
skjýtur við spjótinum eftir Sjúrði, og tá jð Sjúrður

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0093.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free