- Project Runeberg -  Lesibók /
85

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

*)og við tí breiða
Brísingamen.

Lótu við belti
lyklar ringla
og konu klæði
á knæið falla,
festu á bróstið
breiðar steinar
og snotiliga
hárið upp settu.

Mælti tað Loki,
Leyvoyarsonur:

»Tær skal eg fylgja
sum terna tín,
vit skulum aka báðar
í Jatnaheim.*

Brátt vóru havrarnir
riknir heim,
skjótt settir fyri,
skuldu væl renna;
bjórg brotnaðu,
brann jórð í loga,
ók Óðins sonur
í Jatnaheim.

Tá mælti tað Trymur,
tussa drottur:

»Standið upp, jatnir!
og stráið bonkin!
nú føra teir mær
Froyju til konu,

Njarðar dóttur
úr Nóatúnum.

Ganga her at garði
gullhyrndar kýr,
oxar alsvartir
jötni at gamni;

*) Hiðanifrá bara í føroyskari
týðing.

fjöld eigi eg av mentum,
fjöld eigi eg av gripum
eina mær Froyju
í tykir vanta.«

Enn var tað liðið
lítið út á kvöldið,
og var jötnum
öl fram borið;
ein át hann oxa,
átta laxar,
allar tær krásir
fyri konurnar settar,
Sivjar*) maður tríggjar
drakk tunnur av bjóri.

Tá mælti tað Trymur,
tussa drottur:

»hvar sást tú brúður
bíta hvassari?
ei sá eg brúður
bíta breiðari,
ella meiri mjöð
moy drekka.«

Ei sat undir orðinum
óvitug terna,
ræður hon jötni
orðum at svara:

»ikki át Froyja
í átta dagar,
svá var hon ovurfús
eftir Jatnaheimi.«

Leit undir línið,
lysti at kyssa,
men hannstökkinngjögnum
endlangan sal:

»hví eru ovurhvöss
eygu Froyju?
tykir mær úr eygum
eldur brenna.«

*) Siv æt kona Tór*.

6 a

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0099.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free