- Project Runeberg -  Lesibók /
91

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

XXvaðani eru kvæðir og kvæðayrking koinin til
Foroya? Hava vit fingið »fólkavísuna« úr Noreg? Ella
úr Hetlandi, sum vit í so langar tíðir hövdu samband
við og sum vit hava fingið so nógv annað frá? Ella
heldur úr báðum stöðum? Ella kanska eisini úr
ís-landi? Ella hava kvæðir ikki í summar mátar á teirra
ferð úr einum landi í annað lagt vegin um Føroyar,
so at vit ikki eina hava fingið frá öðrum, men eisini
givið öðrum? Nær og í hvussu langar tíðir er hesin
skaldskapur komin til okkara og undir hvörjum
viður-skiftum? Og nær stóð hann í hægsta blóma her á
landi? Og nær og hvaðani er hin »føroyski« đansurin,
ið hevir borið kvæðini, komin til okkara? Kann einki
ætlast um aldurin hjá teimum ymisku kvæðununi? Hvar
finna vit nakað at lialda um í okkara ætlan í so ináta?
í málinum ella í öðrum? Hvussu mong av okkara
kvæðum eru yrkt her á landi? Og hvaðani hava tá
hesi heintað evni síni? Úr útlendskum sögnum og
sögum ella úr tilburðum heima hjá okkum sjálvum?
Hvussu mong av okkara kvæðum hava vit bara fingið
yvirført úr öðrum londum? Hvussu hevir henda
yvir-førsla gingið fyri seg? Hvat læra kvæðini okkum um
okkara samband við útheimin í miðöld? í hvat mál
kunna tey upplýsa fyri okkum tað lív, sum okkara
forfedrar hava livað í miðöldini og seinni út eftir?
Gongur tað gjögnum tey føroysku kvæðini eitthvört
drag ella lyndi, sum ikki í sama mál finst aftur í
fólkavísunum í hinum norðurlondunum og suin kanska
sýnir okkum eitt eyðkent føroyskt fólkalyndi? Ella
skortar okkara kvæðum, á hin bógvin, eitthvört drag,
ið hesar hava, og hvat kann henda skortan í so máta
upplýsa? Ein nøgd av spurningum reisist, suin enn
langtfrá kunna greiðast nökulunda til lítar. Ein stór
og vðkur uppgáva bíðar her eftir at verða loyst. Eitt
arbeiði væl hóskandi fyri ein Føroying at farið undir!

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0107.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free