- Project Runeberg -  Lesibók /
92

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Tann skaldskapsgreinin, ið menn nevna fólkavísuna,
var í miðöldini víða kend og nýtt, ikki eina í
Norður-londunum, men eisini í öðrum londum, mest í Týsklandi,
Hálandi, Onglandi og Skotalandi. Hjá norðurfólkunum
var fólkavísan ein sonn felagsogn, sum sýnir okkum
tann sterka andliga felagsskap teirra millum í
miðöld-ini, sum tað politiska arbeiði ofta kundi arbeiða uppá
at avtaka.

Nær hesin skaldskapur er komin upp og nær liann
er komin til Norðurlondini, vita vit ikki. Menn halda
seg finna fólkavísuna í Onglandi longu í 11. óld á
á dögum Knút kongs liins stóra. Longu í fyrru helft
av 12. öld mundi fólkavísan vera kvöðin í Danmörk,
halda teir. Dansurin (hin »føroyski«) er komin til
Norðurlondini úr Fraklandi, ivaleyst um Ongland (og
Skotaland); liann stóð í hægsta blóma í Fraklandi í 12.
öld, í Onglanái dausaðu tey liann longu um hetta
mundið. Longu um ár 1200 sýnist at vera tikið til
dans og kvöðing á íslandi. Tað er ikki óteinkjandi, at
menn hava kvöðið fólkavísur í Norðurlondum, áðrenn
teir kendu dansin.

Um ár 1200 man tí liesin skaldskapur mestur
hava verið kendur í Føroyum, helst longu í 12. o!đ.

Og hvussu leingi hevir hann síðan átt innivist í
Fároyum, við lívskraft. til at skjóta nýggjar runnar?

Yvirførsia av útlendskuin fólkavísum til Føroya
við málsligari tilevning og umvóling man ikki liava
funnið stað eftir trúbótarskeiðið. T. d. hava bæði
Súsonnuvísan og Brúðarvísan (báðar úr Cassubens
sálmabók frá ár 1666) og tær prentaðu donsku
kempu-vísurnar (t. d. Peder Syvs) verið nýttar í Føroyum í
teirra danska hami. Og Svend Grundtvig lievir úr
Føroyum fingið uppskriftir av donskum fólkavísum,
utan at tær hava borið merki av prentaðum
kempuvísu-bókum og sum tí mugu ætlast at hava verið tiknar í
brúk í Føroyum í teirra danska hami, áðrenn slíkar
bøkur funnust her, kanska í 16. öld. Kanska eru Jón
Árasons íslendsku Ljómur tann síðsti útlendski
skald-skapur, ið Føroyingar hava upptikið við málsligari
til-evning (og her er tann málsliga umvðlingin ófullkomin;
um tað annars er so, at Ljómurnar liava verið
munn-liga goyindar í Føroyuin í tí hami, vit kenna frá
út-gávuni av Jensen presti).

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0108.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free