- Project Runeberg -  Lesibók /
93

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Harafturímóti hevir nýyrking av fólkavísum
funnið stað í Føroyurn langt eftir ta katólsku tíðina.
Vit hava t. d. átt eitt kvæði um Magnus Heinason
(eittans örindi er eftir av tí), og kanska hevir tráðurin
í heilum verið spunnin víðari líka niður til Jens
Chri-stian Djurhuus, Pól og Jákup Nolsoy og til okkara
dagar (jvf. J. Patursson: Gunnleygskvæði). í öllum

föllum hevir tann serligi skapnaðurin av fólkavísuni,
sum hádingsvísan, (táttayrkingin) er, verið nógv nýttur
í tey síðstu tvey hundrað av árum. í Noreg og Danmork
sýnist fólkavísan ikki at liava skotið nýggjar runnar
eftir trúbótarskeiðið og eisini har at hava enda sínar
dagar í hádingsvísuni. Tað, aum hevir givið heila
hesum skaldskapinum so nógv longri lívsaldur í
Før-oyum enn aðrastaðni, er dansurin hjá okkum, hann
sum fall burtur aðrastaðni. Tað er ikki lætt at meta
tann stóra týdning, sum hesi lívsterku kvæðir hava
haft til varðveitan og goyman av okkara móðurmáli
niður ígjögnum trongar tíðir; og okkara ríki
kvæða-skattur inan leingi fara at vera tann keldan, sum
før-oyskt bókmál eigir at drekka sær styrki og ynging úr.
Eftir eini kritiskari útgávu av öllum oklcara kvæðum
eiga vit allir harðliga at leingjast.

Ein yrking, sum tann ið vit eiga í okkara kvæðum,
sum í so mong hundrað av árum hava ljóðað á fóiksins
vórrum og goymt tess mál, er so fullnational sum
nókur yrking kann vera tað. Og hetta lagið broytist
ikki av tí, at ein stórur partur av hesum kvæðum ikki
upprunaliga er yrktur í Føroyum, men yvirførdur
higar við málsligari umvöling.

Summi av kvæðunum heinta sær evni antin frá
persónunum í tí gamla gudaheiminum (Lokkatáttur,
jvf. ör. 13 í Jatvarðskvæði) ella frá teim úrgomlu
felags-germansku kappasögnunum (Brynhildar táttur,
Dvörga-moy), onnur finna evnistilfarið í ymsum leivdum av
gaml-ari Ásatrúgv og í teim kristnu heiligmannasögunum
(Skrímsla, Ólavur Riddararós, Signild og dvörgurin,
Harpu ríma, Mariu vísa, Sankti Niklas, Rudisar vísa,
Silvurlín, Torkils døtur). Ein rættiliga stórur partur av
kvæðunuin tekur evnið úr teirri somu verð, sum tær
íslendsku sögurnar, ella er beinan vegin yrktur npp
úr sjálvum teim skrivaðu sögubókum (Álvur kongur,
Jallgríms kvæði, Jómsvíkingar, Sigmundarkvæði, sum

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0109.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free