- Project Runeberg -  Lesibók /
94

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ikki er yrkt upp úr teirri skrivaðu Tróndarbók,
Kjart-ans tættir, Galtatáttur, Jatvarðs ríma). Nókur av
okkara størstu og kraftabestu kvæðum taka evni úr
gomlum miðaldarsögnum syðri í Evropu (Óluvu kvæði,
Runsivalsstríð; kvæðini um Ásmund Áðalsson og
Her-mund illa munu verða yrkt upp úr íslendskum
sögu-bókum um sama evni). Onnur taka evnið úr
tátíðar-lívinum (Margretu kvæði, Brúnsveins vísa, Faðir og
dóttir, Harra Pætur og Elinborg).

Tað kann tykjast, at tey kvæðir munu vera tey
elstu, sum heinta evni síni úr gamlari gudaverð og
ásatrúgv ella úr teim elstu felagsgermansku
kappasögn-unum. Herum kann tó einki sigast fyri vist. Summir
halda t. d. Brynhildar tátt at vera yrktan ikki fyrr
enn seinni helvt av 14. öld og seinni enn Margretu
kvæði, sum helst man vera yrkt í fyrru helft av 14.
öld. Fleiri kvæðir við evnum úr somu verð sum tær
íslendsku sogubøkurnar tykjast vera ógviliga gomul
(t. d. Tormann skald, Sigmundarkvæði), meðan tey flestu
av teimum, ið heintað evnið úr skrivaðum sögum,
helst munu teljast millum tey yngri, summi millum tey
allaryngstu. Tess seinni slík munu vera yrkt, tess
størri grund er til at trúgva, at tey eru yrkt í
Før-oyum. Við hesum er ikki sagt, at ikki eisini rættuliga
gomul kvæðir kunna vera yrkt her. Tað ið ger tað
ógviliga torført at døma um aldurin hjá teim ymisku
kvæðunu!!!, er, at vit ikki nú hava kvæðini í teirra
upprunaliga skapnaði; aftratyrkingar, umskrivingar og
samanblandingar finna stað, ting úr einum kvæði eru
íðuliga flutt inn í onnur kvæðir, av misgávum ella við
vilja. Vit, eiga kvæðir, ið næstan allar vegir eru
upp-bygd av örindnm úr fleiri av okkara bestu kvæðum,
og sum tí, í teirra núverandi hami, mugu teljast millum
tey ungu (t, d. Ríki Álvur). Eitt óoriginalt og tí ungt
men tó kraftagott kvæði er t. d. Einars ríma (við
teirri liugngóðu frásögn frá sjóferðini, sum eyðkennir
fleiri føroysk kvæðir).

Um byggingina av fólkavísuni er at siga, at
eyð-kent fyri versið*) í henni er, atfýra liðireruítí
(»Signild slóg sín vev so fast«; ella minni reint:
»Hvört skalt tú ríða, ólavur mín«, »Bornini gráta á

*) vers er ner = regla.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0110.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free