- Project Runeberg -  Lesibók /
95

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

foldum«). Tvey fýraliðavers knýtast við rírni saman til
tað tvíregluta örindið (Risin og bónđin leikaðu leik ! risin
vann og bóndin veik). Hetta er ivaleyst tað elsta
örindið í fólkavísuni. Síðan er vaxið um hetta
tví-regluörindið, annaðhvört á tann hátt, at annað versið
ella nakað av tí er tikið uppaftur, ella mest á tann hátt, at
niðurlagið verður tvíflættað (Út kom hann Steffan,
hann leit seg í eystan — og tað sigi eg av sonnum —
ovalaga glógvar tann stjörnan reysta — med öllum
Guðs heiligu monnum). Niðurlagið trýdeilist síðan,
síðsta reglan í tí skiftist í tvey og bert fyrra helftin
ber upp á rím við niðurlagsregluna frammanfyri, meðan
seinna helft er utan rím. Soleiðis:

Heima situr moyggin ein

— spanga belti um búk —

við so miklan tröllagleim

— við alnalangan dúk;

tær fellur so væl í lag í dag, mín jomfrú!

Ut av hesum skapast so umbroytingin frá
tvíregluörind-■inum til örindið við fýra reglum: Fyri tær tvær fyrstu
niðurlagsreglurnar setast reglur, ið føra kvæðatextin
víðari fram, meðan síðsta niðurlagsregla verður
stand-andi sum niðurlag fyri heila örindinum ; annað og fjórða
vers í örindinum bera so upp á rím, meðan fyrsta og
triðja ikki longur krevja rím (t. d. Árla var um
morg-unin sól tók fagurt at skína Marita snúðist av
hall-ini út við fylgismoyggjar sínar Lat meg sova á
tín-um armi, ríka jomfrúva). Hetta örindið við fýra versum
ella reglum er tað mest nýttað. í Jósveins vísu hevir
örindið 6 vers, og ber fyrsta vers uppá rím við annað,
fjórða við fimta, meðan triðja og sætta ríma saman.—
Át leingja um niðurlagið hevir Føroyingurin haft góðan
hug til, bæði tað tvíflættaða og hitt; ofta er niðurlagið
bygt sum eitt heilt örindi fyri seg.

Rímið í kvæðunum er endarím. Tó kennist
bókstavrím á stöðum, sum t. d. í niðurlaginum til
Sjúrðar-kvæði: G-rani bar gullið av heiði brá hann sínum

brandi av reiði; jvf. niðurlagið til og fyrsta örindið av
Koralds kvæði (sum eisini er merkiligt í tí, at ö 11
versini ríma við endarími): Ríkaldur ræður for lang-

ari lund og keisarin fyri Saxlands grund við ástum
leiddi lystugt sprund mætur unti menjar grund, og
niðurl.: Mær var list og leik í lund lat tær sorgir

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0111.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free