- Project Runeberg -  Lesibók /
96

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

mildna fund skulu so byrja á bønastund j bíða mín, tú
hitt, væna sprund. Eisini finst bókstavrím í flest óllum
órindum í Skrímslu. Oftast er fult samljóð í ríminum,
sum tá ið menn nú á dógum yrkja (t. d. líð — tíð;
sinni — minni); men ikki sjaldan er tað ófullkomið
sam-ljóð, soleiðis at annaðhvört eina sjálvljóðini bera upp
á rím (líð — vív; Buðla — skugga) ella eina hjáljóðini
(land — biðlavond; fang — ring).

Virðið í kvæðunum er ógviliga ójavnt. Summi
hava lítið at týða, men nógv eru av högum virði.
Hug-lagið í teimum røkkur líka frá tí sterka og
krafta-góða (mest í frásögnum frá bardögum og sjóferðum),
ofta bara buldrandi og innantóma, til tað mjúka og
yndisfulla og til tað merkiliga fagra huglagið í
»Dvörga-moy« her í bókini.

Sum eitt lítið bílæt av andslívinum í farnar dagar,
hava vit umframt eitt úrval av kvæðum upp í hesa
bók tikið nakrar eyðkendar sagnir. Tað er eyðvitað, at
tað, ið er okkum goymt utanfyri tann bundna stílin,
ikki í sama mál sum kvæðini ber merki av teirri gomlu
tíðini. Lyktarskinið frá sógnunum ber ikki so langt
sum tað frá kvæðunum. Ein yrking í bundnum stíli,
sum er 500 ára gomul, ber okkum, munnliga goymd, í
ikki so lítlum muni boð frá tonkum og kenslum tá á
dögum. Ein sögn, sum er 500 ára gomul, gevur
okk-um, munnliga goymd, kanska bara afturskinið frá manna
hugsan fyri 1—200 ár síðan.

í summum sögnunum tykjast vit at hoyra eitt
síðsta afturljóð frá tí gamla sógustílinum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0112.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free