- Project Runeberg -  Lesibók /
97

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Sjúrðar kvæði.

Annar táttur: Brynhild.

1.

Eg havi eina rímu hoyrt,
gjörd er í grønari líð,
tað var fyrst í fyrnđini,
tað brast í Buðlans tíð.

Viðgangur:

Grani bar gullið av heiði,
Grani bar gull av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.

2

í fornum dögum kongur ráddi,
Buðla skulum var nevna,
átti sær so væna dóttir,
borin til gott at evna.

3.

Kongur ræður fyri langari lund,
bjarti Buðlin kallast,
tívin telur málm og ring
við sínar hirðir allar.

4.

Nevnd var onkadóttir hans
gjögnum grøna líð,
kallast Brynhild Buðla dóttir,
tað hit væna viv.

5.

Nevnd var onkadóttir hans
gjögnum grøna lund,
kallast Brynhild Buðla dóttir,
tað ynniliga sprund.

6.

Brynhild situr á Hildarfjalli
hon er dóttir Buðla,
teir sögdu so frá í bragdar tátti,
ljós fann av henni skugga.

7.

Brynhild situr á Hildarfjalli,
mitt í faðir síns veldi,
ljómin skein av axlagrein,
tað var sum at líta at eldi.

8.

Brynhild situr í stólinum,
kembur hon sítt hár,
fínt er tað sum silki,
gull ber litur á.

9.

Brynhild situr í salinum,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðla dóttir
vera javnlíka sín.

10.

Hana bóðu mangir menn,
konga synir og jalla,

Bynhild var so biðlavonđ,
hon segði teir burtur allar.

11.

Tað var reystur kongurin,
sveipar hann seg í skinn,
so gongur hann í høgaloft
fyri dóttir sína inn,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0113.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free