- Project Runeberg -  Lesibók /
100

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

44.

Grímur og Högni Júkason,
teir slógust við bitrum brandi,
Brynhild situr í váðaloga,
mitt í faðirs síns landi.

45.

Settist aftur í gyltan stól,
hon smílist undir lín:
hvör, ið heldur á váðalogan,
hann skál vera mín.

46.

Brynhild situr í gyltum stóli,

tað hit væna vív,

dregur hon Sjúrð av öðrum

londum

sær til sorgar tíð.

47.

Sjúrður vaknar árla morgun,
telur frá sínum dreymi,
so var hann í víggi førur,
sum áin rennur í streymi.

48.

Meg droymđi, at Grani
í reyðum loga stóð,
fyri honum á grønum völli
rann so mikið blóð.

49.

Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
eg sparđi hann ei at koyra,
fyri honum á grønum völli
so mikil rann mannadroyri.

50.

Meg droymdi, tað brastlindin mín,
gull og búgvið belti,
meg droymdi, at mítt góða svörð
á gyltum hjálmi smelti.

51.

Sjúrður klæðist árla morgun,
hann ber lov og prís,
hann gekk í sín urtagárð,
og mangt var hann har vís.

52.

Tað sögdu honum ígðurnar,
uppi sitja í lund:
væn er Brynhild Buðla dóttir,
hon stundar á tín fund.

53.

Tað sögdu honum villini fuglar,
uppi sótu í eik:
væn er Brynhild Buðla dóttir,
hon væntar á tín leik.

54.

So frætti tað Sjúrður
eystur í sítt land:

Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er biðlavond.

55.

Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

hann talar til Víggrím Gunnars-

son,

tú saðla mær hestin fríða.

56.

Út var loystur gangarin,
ið Sjúrður skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

57.

Út var leiddur gangarin
undir hallarvegg,
hann var prýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

58.

Gullbúnar handskanar
dregur hann sær á hand,
so ríður hann Sjúrður
beina götu fram.

59.

So reið Sjúrður Sigmundarson
víðan vegin fram,
gyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0116.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free