- Project Runeberg -  Lesibók /
101

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

60.

Tólv gullringar
hevði hann haríhjá,
drottningaringin reyða
setti hann omaná.

61.

Tólv gullringar
đregur hann sær á hand,
síðan kvittar nýtur drongur
á Buðla kongsins land.

62.

So gongur hann Grani
á gróti sum á völl,
slíkur kemur ikki aftur
á Buðla kongsins höll.

63.

So gongur hann Grani
á gróti sum á sand,
eingin kemur tílíkur
á Buðla kongsins land.

64.

Hann reið sær so niðarlaga
við Júka görðum fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.

65.

Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

66.

Við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann,
tí hon sá ikki á hestbaki
ein týðuligari mann.

67.

Tí svaraði Sjúrður Sigmundar-

son,

kinnar ber hann so baldar:
eg visti ta onga kvinnu vera,
mín gangara tordi at halda.

68.

Sjúrður, stedga tíni ferð,
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttir,
ið ást vil leggja við teg.

69.

Eg stedgi ikki mínari ferð,
alt meðan mín gangari rennur,
eg fari mær á heygin fram,
sum váðalogin brennur.

70.

Eg stedgi ikki mínari ferð,
mín gangari rennur í lunđ,
eg fari mær á heygin fram
at skoða tað væna sprund.

71.

Tað er enn sum ofta fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur fram,
enn váðalogan at síggja.

72.

Merkismaður orðum talar,
tungan mælir at inna:
hvör ið heldur á váðalogan,
hann skal ta jomfrú vinna.

73.

Grímur ríður á grønum völli,
kinn ber hann so balda,
hann vendi sínum hesti frá,
tá ið hann skuldi í bálið halda.

74.

Sjúrður frægi til orða tekur,
frá man frættast víða:
eg beri tað merki í mín skjold,
eg skal nú harí ríða.

75.

Eingin reið á Brynhildar heyg
uttan Sjúrður snari,
i gekk um royk og vádaloga
j hann og hestur hans Grani.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0117.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free