- Project Runeberg -  Lesibók /
102

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

76.

So stígur hann Grani
á foldina fast,
innarlaga við heygsđir
tá hóvsporið brast.

77.

So stígur hann Grani
drístuliga fram,
heitur var tá eldurin,
ið Sjúrði um lendar brann.

78.

Sjúrður kvittar á Brynhildar heyg,
sum eingin tordi fyrr,
við sínum svörðinum
kleyv hann heygsdir.

79.

Og við sínum svörðinum
kleyv hann lokur frá,
sá hann hvar tað væna vív
í herklæðum lá.

80.

Sjúrður frægi í salin gongur,
víða um seg hyggur,
sær hann hvar tað væna vív
eina í seingini liggur.

81.

Hann sá hvar hit væna vív
í herklæðum svav,
hevði hann upp sín bitra brand,
hann sprettir brynju av.

82.

Vaknar upp Brynhild Buðladóttir,
hon hyggin um seg leit:
hvör átti henda bitra brand,
ið brynju av mær beit?

83.

Upp vaknar hon Brynhild,
víða um seg sær:
hvör er sá hin djarvi drongur,
ið sprettir brynju av mær?

84.

Sjúrð skaltú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var drottning Hjördís,
hon bar meg í heim.

85.

Riðin eri eg av öðrum londum
higar nú til tín,

Sjúrður heiti eg Sigmundarson,
veldiga søta mín.

86.

Brynhild setist upp undir seg,
smílist undir lín:
ver vælkomin av öðrum londum
higar nú til mín.

87.

Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
hvör vísti tær leið
gjögnum royk og váðaloga,
at tú higar reið ?

88.

Tað sögdu mær fuglar tveir
gjögnum grøna lund:
væn er Brynnild Buðladóttir,
hon stundar á tín fund.

89.

Tað sögdu mær fuglar tveir
har á mínari leið:
væn er Brynhilđ Buðladóttir,
tí eg higar reið.

90.

Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
ver nú ei so bráður,
gakk tær fyrst í faðir míns garð
og tak av honum ráð.

91.

Svaraði Sjúrður Sigmunđarson,
bæði var vænur og vitur:
tú hevir so lítil góðráðini
av faðir tínum tikið.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0118.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free