- Project Runeberg -  Lesibók /
103

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

92.

Tú hevir so leingi Brynhild
stundað á mítt mál,
eg fari ikki til faðir tín
at taka av honum ráð.

93.

Hann legði sínar ástir saman
við tað mentar sprund,
tá var Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.

94.

Blíður legði hann armarnar
yvir Brynhildar háls,
eg svöiji tann eið á míni trú,
har býr ikki undir fals.

95.

Tólv gullringar
legði hann henni á fang:
hetta skal vera tað fyrsta
várt elskógar band.

96.

Tólv gullringar
legði hann frúnni á fang,
síðan legði hann omaná
tann dýra drottningaring.

97.

Tólv gullringar
setti hann henni á arm:
hetta skal vera tað annað
várt elskógar band.

98.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ei fíggjar,
bindur upp í Brynhildar flættu
gullringarnar tríggjar.

99.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ikki eyð,
hann var sær i moyjarsali
mánarnar sjey.

100.

Brynhild, tak mær saðil og boxl,
ring og brynju síða,
eg havi lítil örindi
burt annanstað at ríða.

101.

Sit tú heldur her við frið
og leika við mær í talvi,

Júki kongur dóttir eigir,
so sterk við tröllskum alvi.

102.

Tú mant verða av aldri ungur,
lívið mann teg tróta,
tú mant ognast Guðrunu,
mín mant tú ikki njóta.

103.

’ Tað tykir mær undarligt,
slíkt skal meg ikki henda,
eg mann ikki mínar ástir
! frá tær Brynhild venda.

104.

Svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at køla:

Júki kongur dóttir eigir,
við ástir mann teg tøla.

105.

Hoyr tú tað nú Sjúrður,
eg gevi tær fingurgull,
rið tú ikki til Grimhild,
tí hon er av svikum full.

106.

Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
far væl heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær væl.

107.

Tað var Brynhilð Buðladóttir,
bað honum góðan frið:
far væl heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær við.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0119.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free