- Project Runeberg -  Lesibók /
105

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

124.

Hann fylgđi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
far væl heilur og happadijúgvur,
alt gangi tær væl.

125.

Sjúrður reið á skógin burt,
alt fyri attan váða,
hann sá tað hit illa djór
berjast við bógvar báðar.

126.

Hann sá tað hit illa djór
berjast við bógvar báðar,
eldin goysti, eitur spýði,
tá stóð lív í váða.

127.

Sjúrður situr á Grana baki,
hann tykist ei leið at finna,
Grani bæði beit og sló,
hann leitst til ymsa kinna.

128.

Hestin vilti hon undir honum,
hann mátti ei finna leið,
síðan mátti Sjúrður venda
til Júkagarðar heim.

129.

Burtur hvarv hit illa djór,
burt úr Sjúrðar eygum,
sá hann hvar ið Grimhild sat,
væl lögd við bondum beygum.

130.

Hann reið sær so niðarlaga
við Júkagörðum fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.

131.

Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann,
báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

132.

Sjúrður, stedga tíni ferð
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttir,
ið ást vil leggja við teg.

133.

Yæn er Guðrun dóttir mín,
hvar hon gongur inn,
rósur og so liljur,
tær lýsa av hennara kinn.

134.

Væn er Guðrun dóttir tín,
tað er tær væl betri,
hon er ikki meira Brynhild lík,
enn summar líkist vetri.

135.

Gakk tú nú í höllina inn,
fátt verði tær á vási,
tú drekk so títt av đýrari krús,
tín gangari stendur í lási.

136.

Út kom frúgvin Guðrun
í einum stakki bláum,
flættað hár á herðar lá
við silkibondum smáum.

137.

Tað var Grimhild Júka drottning,
hon talar til dóttir sína:
gakk tú tær í kjallara,
tú blanda mjöð og vín.

138.

Gakk tú tær í kjallaran,
og blanda mjöð og vín,
og so mikið óminni
læt tú harútí.

139.

Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tungu bar so snjalla:
hava tað, ið annar eigir,
tað mann lukkast valla.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0121.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free