- Project Runeberg -  Lesibók /
106

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

140.

Nógvir eru f vámm londum
konga synir og jalla,
girnast tann, ið onnur eigir,
tað man lukkast valla.

141.

Hon hevði upp sína høgm hond,
gav Guðrunu högg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

142.

Tig tú Guðrun dóttir mín,
mangt má smæin líssa,
betri var tó sjálv at biðja,
enn góðan mann at missa.

143.

Guðrun gekk í kjallaran,
blandaði mjöð og vín,
og so mikið óminni
læt hon harútí.

144.

Alt so mikið óminni
læt hon harútí,

bar so inn fyri Sjúrð hin unga,
bað hann drekka til sín.

145.

Drekka fór so dýran dramm,
drakk av horninum leingi,
Sjúrður misti minni alt,
og bøta kann hann eingin.

146.

Drekka fór so dýran dramm,
drakk av horninum bjarta,
Sjúrður misti minni alt
og brúður úr buðlungs hjarta.

147.

Tá ið hann hevði drukkið,
greiddi han aftur ker,
hann mintist ei á frú Brynhild,
og ikki hvar hann er.

148.

Guðrun drakk tá afturímót
til tann dreingin mæta,

Sjúrði kom einki annað í hug,
enn Guðrunu vil hann hava.

149.

Tað er vonda frú Grimhild,
hon talar til dóttir sína:
gakk tú tær i skemmu inn
og reið fyri gesti tínum.

150.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
hann læt ikki leingi fresta.

151.

Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Sjúrður og hans vív.

152.

Fimti vóru voxljós brend
fyri teim vønu eingjum,
kongurin og hirðin öll
fylgdu teim at seingjum.

153.

Sjúrður gekk í skemmu upp,
til Guðrunar vegin finnur,
frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
nú rann henni ilt í sinni.

154.

Brynhild gekk av Hildarheyg,
táð hit væna vív,
kappin gisti Guðrunu,
men Sjúrður misti lív.

155.

Brynhild fyri munni mælir,
tár á kinni man fljóta:
ikki skal Guðrun Júkadóttir
tann avrekskappa njóta.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0122.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free