- Project Runeberg -  Lesibók /
107

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

156.

Brynhild fyri munni mælir,
sorgartíð skal eg kalla:
at hava tann, ið onnur ár,
tað skal lukkast valla.

157.

Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
fóru sær út á vatn at tváa,
fögur vóru fljóð.

158.

Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
fóru sær út á vatn at tváa,
fögur vóru vív.

159.

Møttust tær á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleði bar.
og onnur harmin sjúka.

160.

Møttust tær á miðjari leið
Brynhilð og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar,
og onnur harmin tunga.

161.

Brynhild tagdi, Guðmn sagdi,
hvör er snótin stríð:
hví man min bróðir Gunnar
kongur

ei ognast so vænt eitt vív?

162.

Tað var Guðrun Júkadóttir,
gjördi so mangt av fári,
ei hon vildi nýta tað vatn,
sum rann av Brynhildar hári.

163.

Hon gekk sær í ánna út,
sum fossurin rann stríður,
tí hon átti tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður.

164.

Guðran leyp á ánna út,
sum fossurin rann harður,
tí hon átti Sjúrð svein,
sum hövur yvir allar bar.

165.

Henda sama reyða ring,
tú sært á armi mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tað vann eg í stríði tínum.

166.

Tí svaraði Brynhild Buðladóttir
av so tungun stríði:
fyri títt orð skal Sjúrður đoyja,
um eg verði á lívi.

167.

Tað at tú neytst tann mikla

kappa,

tað var ei nu’tt ráð,
eg hevði ást við Sjúrða lagt,
áður enn tú hann sá.

168.

Sjúrður hevir tín moydóm spilt
og brotið Buðlans frama,
ríkum kongi tú gavt teg í vold,
og nú havi eg tann sama

169.

Tú tarvt ikki falssnóta
brigda mær tað svá,
fyri títt orð skal Sjúrður doyja,
um eg liva má.

170.

Ikki óttist eg hóttur tínar,
tó tú ert í orðum stív,
sá er eingin í Júkagörðum,
ið ræður um Sjúrðar lív.

171.

Syrgjandi gekk frú Brynhild
í sín sal at sitja,

Gunnar kongur frægur og fúsur
hennar reið at vitja.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0123.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free