- Project Runeberg -  Lesibók /
108

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

172.

Brynhild gekk til seingina
á teirri somu grund,
nú tolir hon fyri Sjúrði
so vonda eina stund.

173.

Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
á teirri somu stund,
sjálvur fór hann at vitja
hit ynniliga sprund.

174.

Tað er eingin hunskur riddari,
ið gjört hevir sum tú,
tú hevir svikið fljóðið tað,
tú fyrstur lovaði trú.

175.

Hoyr tað mín hin veldiga søta,
kenn mær einki um,
vendur var mær hugurin
frá hesum ástum tínum.

176.

Tað fyrsta Brynhild mundi
Sjúrð við eygum sjá,
tá mundi tað væna vív
eina unga dóttir fá.

177.

Til tess svaraði Brynhild
fyrst á orði tá:
berið mítt barn á ánna út,
eg vil tað ikki sjá.

178.

Tóku Áslu Sjúrðardóttir,
floyttu oman eftir á,
stórar áir og stríðir streymar
bóru hana lonđum frá.

179.

Mangur hevir høttur notið
fyri fagurt vív,
nú er komið at evstu stund,
at Sjúrður missir liv.

180.

Sjúrður var ein avrekskappi,
hann brá sítt svörð í droyra,
og honum voldu kvinnur deyða,
sum tær skuluð fáa at hoyra.

181.

Brynhild situr í sínum sali
við so tungum móði,
hvörki mátti mæla ella sitja
hit ynniliga fljóðið.

182.

Gunnar gekk í höllina inn
við hvössum slíðraspjóti:
hann skal harðan deyða tola,
ið tær hevir gjört ímóti.

183.

Tað var hon Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
tí hon hevir tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður.

184.

Brynhild lá í sínari song,
og Gunnar stóð fyri stokki,
yppist nú ráð av illari dáð,
so kaldur er kvinnu tokki.

185.

Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei tarvt tú tað trá,
fyrr tú hevir tann Sjúrð svein
tikið burt londum frá.

186.

Hoyr tað mín hin veldiga søta,
tí vil eg einki trúgva,
at tú vilt honum Sjúrði unga
svik til handar snúgva.

187.

Gunnar so til orða tekur:
nú man tað so vera,

Sjúrður er mín heitbróðir,
eg kann honum einki gera.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0124.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free