- Project Runeberg -  Lesibók /
109

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

188.

Ei fært tú nakað yndi af mær,
ei tarvt tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
so seint man angur lætta.

189.

Hoyr tað mín hin veldiga søta,
tú elvir mær miklan vanda,
hvursu skal eg Sjúrð av lívi fá,
sum einki svörð kann granda.

190.

Tí svaraði Högni Júkason,
hann gjördist í kinnum bleikur,
tað eru fullir fimtan vetur,
síðan vær fremdum leik.

191.

Brynhild setist í gullstólin,
frá man frættast víða,
nú skulu teir Júkungar
burt á skógin ríða.

19*2.

Brynhild situr í stólinum,
spælir við gyltum knívi:
tit komið ei aftur í mína höll,
meðan Sjúrður er á lívi.

193.

Hoyr tað Brynhilđ Buðladóttir,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulum Sjúrð hin unga
av sínum lívi fá.

194.

Tit gevið Sjúrði salta krás
og hartil einki drekka,
ríðið so á skógin burt
alt fyri uttan ekka.

195.

Tú bið hann býta saðil,
tú bið hann býta hest,
hav tú svik í hjartanum,
tú lat sum tú kant best.

196.

Sjúrður gongur í höllina inn,
vænur er hann og vitur,
sum hon Brynhild Buðladóttir
fyri í stólinum situr.

197.

Sjúrður stendur á hallargólvi
við gyltan skjöld í hendi,
Brynhild unga Buðladóttir
eyguni frá honum vendi.

198.

Sjúrður so til orða tekur,
kappin tann hin reysti:
tá ið eg komi av skógi heim,
tá skal eg teg festa.

199.

Til tess svaraði Brynhild,
í tungu var hon snjöll:
eg lovi ikki tógva kongar
báðar í eini höll.

200.

Svaraði Brynhild Buðladóttir,
sorg um hjarta ber:
hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú festir ikki meg.

201.

Tá var rómur í buðlungs höll,
sveinar ríða út,

Brynhild sat eftir í gyltum stóli,
hon fellir tár á dúk.

202.

Buðli kongur til orða tekur
bæði av móði og ekka:
fáið Sjúrði bjálm og svörð
og hornið úr at drekka.

203.

Eingin unnar so öðrum væl,
at sínum av man hyggja,
ikki skal Sjúrður Sigmundarson
longur í heiminum byggja.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0125.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free