- Project Runeberg -  Lesibók /
110

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

204.

Tí svaraði Buðli kongur,
hann heldur á iinginum reyða:
hoyr tað Brynhild dóttir mín,
hví elvir tú Sjúrði deyða?

205.

Minnist tú Brynhild dóttir mín,
minnist tú ta tíð,
drótt tú Sjúrð av Norðlonđum
ígjögnum grøna líð.

206.

Minnist tú tað Brynhild,
sæla dóttir mín,
tú drótt Sjúrð av Norðlondum
á Hildarheyg til tín.

207.

Buðli kongur av sali gongur
henda morgun snimma,
eftir situr Brynhild
við hond upp undir kinni.

208.

Ríða teir á skógin burt,

Sjúrður í teirri ferð,
hann visti ei av svikunum,
teir hövdu í ráðagerð.

209.

Brynhild stendur í höllini,
sær hon út so víða,

Sjúrður frægi fyrstur og fremstur
fyri Júkungunum ríður.

210.

Brynhild settist í gyltan stól,
av so miklari pínu
møðig fellir hon tárini
á báðar armar sínar.

211.

Brynhild grætur møðiliga,
tað hit væna vív:
far væl Sjúrður Sigmunđarson,
eg síggi teg ei á lívi.

212.

Ríða teir í skógin burt,
glaðir fyri uttan ekka,
teir góvu Sjúrði salta krás,
og hartil einki drekka.

213.

Drekka teir úr sínum horni
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar horn
heima á Júka lofti.

214.

Drekka teir úr sínum horni
alt fyri uttan ekka,

Sjúrður situr á Grana baki,
nú lystir hann at drekka.

215.

Drekka teir úr sínum horni,
glaðir fyri uttan sút,

Sjúrður loysir hjálmabond,
hann stígur úr saðli út.

216.

Sjúrður sá ikki svikara vón,
hann steig úr saðli út,
skundaði sær at kelduni,
glaður fyri uttan sút.

217.

Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjaldan hevir góður kvistur
sprottið av illum runni.

218.

Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.

219.

Högni stakk og Gunnar hjó
við hvössum slíðraknívi,
teir gjördu so mikið niðingsverk,
teir tóku hann Sjúrð av lívi.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0126.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free