- Project Runeberg -  Lesibók /
111

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

220.

Högni stakk og Gunnar hjó
mest av Brynhildar ráðum,
hevði hann vitað av svikum fyrr,
máður var hann fyri báðum.

221.

Tungan tók at mæla
bæði av illsku og reiði:
hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri fleiri.

222

Tungan tók at mæla.
har hann lá á völli:
hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri öllum.

223

Teir skiftu síni klæðini,
hvör við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði manns vit.

224.

Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin snari Sjúrður
honum á herðar neig.

225.

Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
førdu hann heim á skildi,
tað hevir so mangur latið lív
helst av kvinnu veldi.

226.

Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
lögdu Guðrunu á skeyt,
visti ei brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð um beðin fleyt.

227.

Visti ei brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð á beði lá,
tað var ei so undarligt,
við sorg hon í tað sá.

228.

Vaknaði Guðrun Júkadóttir,
hon læt so orðum fara:
síðst mundi eg Gunnar kongur
svikini av tær vara.

229.

Guðrun setist upp undir seg,
strýkur sveita frá,
blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar hövdi lá.

230.

Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tekur til orða svá:
eg skal hevna Sjúrðar deyða,
um eg liva má.

231.

Guðrun gekk í loftið fram,
hon fór úr stakkinum reyða,
alla sína ævina
syrgdi hon Sjúrðar deyða.

232.

Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnalandi
skortar ei gullið reyða.

233.

Svaraði Guðrun Júkadóttir
av so tungum stríði:
tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,
um eg verði á lívi.

234.

Brynhild hevði manga nátt
sovið á Sjúrðar armi,
nú hevði hon hans deyða volt,
kyk springur hon av harmi.

235.

Brynhild sprakk av harmi,
Sjúrður læt sítt lív,
tað man merkjast á ástini,
at Brynhild hon var fríð.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0127.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free