- Project Runeberg -  Lesibók /
112

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

236.

Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyða,
teir bóru Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.

237.

Tað er satt sum talað er,
at mong er konan eym,

Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.

238.

Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp triðja tátt
og víðari leggja í minni.

Sjúrðar kvæði.

Dvörgamoy.

1.

Hálvdan kongur og Heiðrikur
hildu saman leingi,
kvittaðu norður í Ásgarðar
at hitta .Óðins dreingi.

2.

Teir komu har so síðla tá,
seint til dags í skýrni,
leiddi á fagran moyjarsal,
gull bar litur á tiínið.

3.

Eg reið mær á skógvin fram,
síðla dags í skými,
leiddi á fagran moyjarsal,
gull brann har í túni.

4.

Eg stóð líð og langa tíð,
mfn var lítið kunni,
frúgvin bar upp orðum sjálv,
legði mær mál í munnin.

5.

Eg stóð líð og langa tíð,
mín var lítil hyggja:
hvar eru fleiri fljóðini tey,
ið henda heygin byggja?

6.

Mær er faðir og móðir frá deyð,
so mínir brøður sjey,
eg havi ongan forlögsmann,
eina byggi eg her heyg.

7.

Mær er faðir og móðir frá đeyð,
so mínar systrar báðar,
eg havi ongan forlögsmann,
so eina má eg her ráða.

8.

Enntá skalt tú siga mær
tú dvörgamoyin snjalla:
hvussu hæt frúgvin móðir tín,
og hvussu skal eg teg kalla?

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0128.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free