- Project Runeberg -  Lesibók /
113

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

9.

Eg var fødd, tá ið dagur treyt,
síðla dags á kvöldi.

Ásla nevndi mín faðir meg,
hann ráddi í Oðins veldi.

10.

Eg var fødd, tá ið dagur treyt,
síðla dags í skými,
søkti hann mær tann teknar ring,
hann leiddi av rúnarstreymi.

11.

Mikil ódn og eystanduni
mínum var faðir at deyða,
Gunhild kallaðist móðir mín,
ið nógv átti gullið reyða.

12.

Vatnið rennur á víðum völB,
tað gekk fljóði í dreymi:
gullið liggur á botni niðri
á bráðurn rúnarstreymi.

13.

Legði eg hendur á frúnnar háls,
læt so orðum byrja:
hví situr tú so eina her,
tað er um fyrst at spyrja.

14.

Vatnið rennur á víðum völli
niður av høgum fossi,
fyrri unti mær Sjúrður svein
gull og góðar kossir.

15.

Enntá skalt tú siga mær,
dvörgamoyin fríða:
hvussu heita garpar teir,
á henda skógin ríða.

16.

Silvur heitur sá kongason,
á henda skóg hevir troytt,
Álvur ber hans orð fyri meg,
eg havi honum einki skoytt.

17.

Vatnið rennur av høgum fjöllum
eftir hvössum gróti,
ilt er at leggja ást við hann,
ið onga leggur ímóti.

18.

Tað er so vont í tínum landi,
har er veður og vindur,
betri er í glastriborg
tú ástir við meg bindur.

19.

Tað er so vont í tínum landi,
har er vindur og veður,
kemur so mangur ómildur
at ræna tykkara fæ.

20.

Gingu tey í glastriborg,
hans var lítil hyggja:
her mant tú fyri eygum sjá,
hvussu mong ið heimin byggja.

21.

Gingu tey í glastriborg.
hildu sær í hendur:
her mant tú fyri eygum sjá,
hvör vítt ið sólin rennur.

22.

Gingu tey í glastriborg,
hildu sær at teiti:
her mant tú fyri eygum hava
minni lutir og meiri.

23.

Her er klæði og føðsla mín,
gull og annar geiri,
her er hvat ið ynskjast vil,
minni lutir og meiri.

24.

Tu fært einki yndi av mær,
ei mátt tú tess stunda,
eg skifti ikki óðal mítt
burt á heidnar grundir.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0129.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free