- Project Runeberg -  Lesibók /
115

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Lokka táttur.

í.

Risin og bóndin leikaðu leik,
risin vann og bóndin veik.

Stev.

Hvat skal mær harpan undir
mína hond,
vil ikki frægur fylgja mær á
onnur lond.

2.

Eg havi lúkað treytir mín’,
nú vil eg fáa sonin tín.

3.

Eg vil hava sonin frá tær,
uttan tú goymir hann fyri mær.

4.

Bóndin heitir á sveinar fvá:

r

biðjið Oðin fyri meg inngá.

5.

Heitið á Óðin Æsakong,
tá man goymslan gerast long.

6.

Eg vildi, mín Óðin væri til,
vita, hvussu goymslan ganga vil.

7.

Áður enn teir hövdu hálvtalað

orð,

tá var Ódin inn fyri borð.

8.

Hoyr tú Óðin, eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín.

9.

óðin fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.

10.

Óðin biðjur vaxa brátt
akurin upp á eini nátt.

11.

Óðin biðjur vera svein
mitt í akri axið eitt.

12.

Mitt í akri axið eitt,
mitt í axi byggkorn eitt.

13.

Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til mín.

14.

Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli, kom her út.

15.

Risin hevir hjarta hart sum hom,
ripar nú fangið fult við kom.

16.

Ripar nú kom í fang á sær,

* og bitran brand í hendi bar.

17.

Og bitran brand í hendi bar,
hann ætlar at högga sveinin har.

18.

Tá var sveini komin til sút,
byggkom kreyp úr neva út.

19.

Tá var sveini komin til pína,
Óðin kallar hann til sín.

20.

Oðin fór við sveini heim,
bóndi og brúður fagna teim.

21.

Her er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymsla mín.

22.

Bóndin heitir á sveinar tvá:
biðjið Hønir fyri meg inngá.

8*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0131.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free