- Project Runeberg -  Lesibók /
116

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

23.

Eg vildi, mín Hønir væri til,
vita, hvussu goymslan ganga vil.

24.

Aður enn teir hövdu hálvtalað orð,
tá var Hønir inn fyri borð.

25

Hoyr tú Hønir, eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín.

26.

Hønir fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.

Hønir gongur á grønari grunđ,
svanir sjey teir flugu um sund.

28.

Fyri eystan flugu svanir tveir,
niður hjá Hønir settust teir.

29.

Hønir biðjur nú vera svein
mitt í knokki fjöður ein’.

30.

Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til rnín.

31.

Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli, kom her út.

32.

Skrímsli loypur á grønari grund,
svanir sjey teir flugu um sund.

33.

Risin fell tá á sítt knæ,
tann fremsta svanin fekk hann har.

34.

Tann fremsta svanin hann av beit,
hálsin niður í herðar sleit.

35.

Tá var sveini komin til sút,
fjöður smeyg av kjafti út.

36.

Tá var sveini komin til pína.
Hønir kallaði hann til sín.

37.

Hønir fór við sveini heim,
brúður og bóndi fagna teim.

38.

Her er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymsla mfn.

39.

Bóndin heitir á sveinar tvá:
biðjið Lokka fyri meg inngá.

40.

Eg vildi, mín Lokki væri til,
vita, hvussu goymslan ganga vil.

41.

Áður enn teir hövdu hálvtalað orð,
tá var Lokki inn fyri borð.

42.

Tú veist einki av mínari neyð,
Skrímsli ætlar mín sonar deyð.

43.

Hoyr tú Lokki, eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín.

44.

Goym hann væl, so sum tú kant,
lat ikki Skrímsli fáa hann.

45.

Skal eg goyma sonin tín,
tá mást tú lúka treytir mín’.

46.

Tú skalt lata neystið gera,
meðan eg man burtur vera.

47.

Víðan glugga sker tú á,
jarnkelvi legg tú har íhjá.

48.

Lokki fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0132.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free