- Project Runeberg -  Lesibók /
117

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

49.

Lokki gongur eftir sandi,
sum skútan fleyt fyri landi.

50.

Lokki rør á ytsta klakk,
so er í fornum frøði sagt.

51.

Lokki hevir ei fleiri orð,
ongul og stein hann varpar fyri

borð.

52.

Ongul og steinur við grunni vóð,
snarliga hyggin hann flundru dró.

53.

Dregur hann eina, dregur hann

tvá,

hin triðja hon var svört at sjá,

54.

Lokki biðjur nú vera svein
mitt í rogni kornið eitt.

55.

Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til mín.

56.

Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli, kom her út.

57.

Lokki rør nú aftur at landi,
risin stendur fyri honum á sandi.

58.

Risin mælti so orðum brátt:
Lokki, hvar hevir tú verið í nátt ?

59.

Lítla man eg hava ró,
flakkað og farið um allan sjó.

60.

Risin oman sín jarnnakka skjýtur,
Lokki rópar, at illa brýtur.

61.

Lokki talar so fyri sær:
risin, lat meg fylgja tær.

62.

Risin tók sær stýri í hand,
Lokki rør nú út frá land.

63.

Lokki rør við langa leið,
ikki vil jarnnakkin ganga úr stað.

64.

Lokki svör við sína trú:
eg kann betur at stýra enn tú.

65.

Risin setist til árar at ró,
jarnnakkin fleyg um allan sjó.

66.

Risin rør við langan favn,
næstum Lokka aftur í stav’n.

67.

Risin rør nú á ytsta klakk,
so er í fomum frøði sagt.

68.

Risin hevir ei íleiri orð,
ongul og stein hann varpar fyri

borð.

69.

Ongul og steinur við grunni

veður,

snarliga hyggin hann flundru
dregur.

70.

Dregur hann eina, dregur hann

tvá,

hin triðja hon var svört at sjá.

71.

Lokki svör á sína list:
risin, gev mær henda fisk.

72.

Risin svaraði og segði nei:
nei, mín Lokki, tú fært hann ei.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0133.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free