- Project Runeberg -  Lesibók /
118

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

73.

Hann setti fisk millum kníja á sær,
taldi hvört korn, í rogni var.

74.

Taldi hvört korn, í rogni var,
hann ætlaði fanga sveinin har.

75.

Tá var sveini komin til sút,
kornið kreyp úr neva út.

76.

Tá var sveini komin til pína,
Lokki kallar hann til sín.

77.

Set teg niður fyri aftan meg,
lat ikki risan síggja teg.

78.

Tú mást leypa so lættur á land,
ikki merkja spor í sanđ.

79.

Risin rør nú aftur til land,
beint ímóti hvítan sand.

80.

Risin rør at landi tá,

Lokki snýr jarnnakka frá.

81.

Risin skjýtur afturstavn á land,
sveinur loypur so lættur á land.

82.

Risin sær seg upp á lanđ,
sveinur stendur fyri honum á

sand.

83.

Sveinur leyp so lættur á land,
ikki merkti spor í sand.

84.

Risin leyp so tungur á land
upp til kníja niður í sand.

85.

Sveinur leyp, sum hann kundi

best,

leyp ígjögnum faðirs neyst.

86.

Hann leyp ígjögnum faðirs neyst,
risin eftir við fullgott treyst.

87.

Risin stóð í glugga fastur,
jarnkelvið í heysi brast.

88.

Lokki var tá ikki seinur,
hjó av risanum annað beinið.

89.

Risin heldur at tí gaman,
sárið grøddi snart til saman.

90.

Lokki var tá ikki seinur,
hjó av risanum hit annað beinið.

91.

Hjó av honum hit annað bein,
kastaði millum stokk og stein.

92.

Sveinur hyggur á við gaman,
hvussu risin leyp bæði sundir
og saman.

93.

Lokki fór við sveini heim,
brúður og bóndi fagna teim.

94.

Her er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymslan mín.

95.

Nú er uppi goymslan mín,
eg havi lúkað treytir tínar.

96.

Eg havi hildið trú fyri vist,
nú hevir risin lívið mist.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0134.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free