- Project Runeberg -  Lesibók /
119

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Alvur kongur.

í.

Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg gangi í dans,
tað vóru ikki frægari saman,
enn Álvur og rekkar hans.

Niðurlag:

Gýltan spora við mín fót eg
spenni,

so temji eg mín gangara góð
og læti renna.

2.

Álvur kongur og rekkar hans,
hoyrt havi eg gitið tess,
teir vóru ikki færri saman
enn níggju sinni sex.

3.

Draga teir sínar sjódrekar
oman úr tættum neysti;
tað stóð fast í knarrar hæli,
men tá gekk fram og goysti.

4.

Draga teir sínar sjódrekar
oman á salta hav;
maður kom av bergi oman:
kongur, veit mær far.

5.

Hoyr tað, tú ungi maður,
farið skaltú fá,
viltú stanđa í allan dag
og stýra ta bylgju blá.

6.

Hoyr tað, tú ungi maður,
farið veiti eg tær,
viltú standa í allan dag
og stýra sjó fyri meg.

7.

Hildu so í havið út,
ei var tá at fíra,
so mundi hann Ustin jallur
sjálvur ganga at stýra.

8.

So var veður á sjónum hart,
at ódnum mátti líta,
so stýrdi hann Ustin jallur,
at frá dreiv mjöllin hvíta.

9.

So var veður á sjónum hart,
ódnir mátti kalla,
so stýrdi hann Ustin jallur,
at hvörgum borði at halla.

10.

So var veður á sjónum hart,
ógvuligt á at líta,
so stýrdi hann Ustin jallur,
at beinur knörrur fiýtur.

11.

Til svaraði Álvur kongur
av so miklum vanda:
hvat er hetta fyri hestarið,
sum eftir havi ganga?

12.

Tað eru eingi hestarið,
ei helđur onnur ross;
tað eru ramar illgerðir,
reistar eftir oss.

13.

So var veður á sjónum hart,
ódnin eftir stóð;
so stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0135.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free