- Project Runeberg -  Lesibók /
120

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

14.

So stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð:
tað kenni eg á sjálvum mær,
ei verður ferðin góð.

15.

So var veður á sjónum hart,
aldan reistist frá grunni,
voldi tað ondi Ásmundur kongur,
ið illgerningar kundi.

16.

Átta dagar Álvur kongur
í eysturmála stendur,
so stýrði hann Ustin jallur,
í blóði vant hann hendur.

17.

Átta đagar Álvur kongur
í eysturmála stóð,
so stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð.

18.

So var veður á sjónum hart,
snekkjan fleyt í streymi:
hoyrið os allir mínir menn,
segið mær tykkara dreymar.

19.

Svaraði reysti Ustin jallur,
fyrstur var hann á orðum:
fyrsturmanegmínardreymarsiga,
fátt má feigum forða.

20.

Tað var mín hin fyrsti dreymur,
tá ið eg heiman fór,
eldur leikaði á öllum teim,
við Álvi kongi vóru.

21.

Tað var mín hin annar dreymur.
tá ið eg heiman sigldi,
eldur leikaði á óllum teim,
ið Álvi kongi fylgdu.

Tað var mín hin triði dreymur,
tá ið eg heima var,
allir stoyttust á drekans borð,
og dutta so niður í kav.

23.

So var veður á sjónum hart,
snekkjan fleyt í droyra:
hoyrið os, allir mínir menn,
meg lystir ei dreymar at hoyra.

24.

Hegar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
kastaði akkeri síni
á so hvítan sand.

25.

Kastaði síni akkeri
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land.

26.

Fyrstur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land,
tað var hin illi Ásmundur,
ríður niður til strand.

27.

Ver vælkomin, Álvur kongur,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjöðin ella vín.

28.

Ver vælkomin, Álvur kongur,
viltú mær tað trúgvá:
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg læt veitslu búgva.

29.

í grasgarði stendur ein stova,
tökt við marmorsteini,
har skaltú, Álvur, inni hvíla
við öllum tínum sveinum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0136.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free