- Project Runeberg -  Lesibók /
121

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

30.

Har stendur ein borg í grasgarði,
tökt við marmori dýra,
har skaltú, Álvur, inni hvíla
við allar rekkar tínar.

31.

Tí svaraði Álvur kongur:
má eg ráða sjálvur,
mær skal fylgja frá strondum
ein rekka sveigurin hálvur.

32.

Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jörðin skalv,
tá knörrur var drigin í neystið.

33.

Uppi í miðjum grasgarði
axla teir síni skinn, ’
og so búnir ganga teir
í stórar borgir inn.

34.

Allar setti hann sínar menn
fram á hyggjubekk,
síðstur Álvur kongur
inn í hásætið gekk.

35.

So skeinkir hann falsarin
mjöðin út í vín,
fyrstur sovnaði Álvur kongur
fram úr sessi sínum.

36.

So skeinkir hann falsarin
mjöðin inni í höll,
fyrstur sovnaði Álvur kongur,
síðan hirðin öll.

37.

Falsarin gongur fyri kongin:
nú er liðið sovnað;
kongurin talar til falsarin:
tú lat ikki mjöðin dovna.

38.

Enntá mintist Ásmunđur kongur,
hvat verið hevði fyrr:
laðið eld í báðar galvar
og stokkar fyri dyr.

39.

Laðið eld í báðar galvar
og stokkar fyri dyr,
brennið so inni Álv kong,
alt hans valda lið.

40.

Vaknaði fyrstur av rekkum Álvs,
tá tók eldur at loga:
her er roykur um henda heyk,
hann legði seg søtt at sova.

41.

Vaknaði annar av rekkum Ávls,
tá tók eldur at brenna:
mín er skjúrtan av sveitta storkin,
til hita má eg kenna.

42.

Vaknaði triði av rekkum Álvs,
tá var ökt til dags:
so taka várir hjálmar at renna,
rætt sum skyggið vax.

43.

Síðstur vaknaði Ustin jallur:
tykkum er kyndur eldur,
vekið sjálvan kongin upp:
tað má tykkur fýsa heldur.

44.

Vak upp, vak upp, Álvur kongur,
sveinar eru komnir í vanda,
eldur er lagdur í báðar galvar,
stokkar fyri durum standa.

45.

Tí svaraði Álvur kongur,
verið hevði í leikum:
tökum vára breiðu skildir,
berum borg av neipum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0137.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free