- Project Runeberg -  Lesibók /
122

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

46.

Tí svaraði Álvur kongur,
braka tók í höll:
munđu ikki neipir staðið við,
hevði inni verið Björn.

47.

Sveinar gingu í borgarkálva,
öllum tóktist undur,
borgir brustu í tógva lutir,
neipir gingu sundir.

48.

Stokkur var hvör af stáli gjördur,
við harðan greiptar knút,
rekkar Álvs vóru inni byrgdir,
náđdu nú allir út.

49.

Stokkur var hvör av stáli gjördur,
greiptur við harðar greppar,
rekkar Álvs vóru inni byrgdir,
náddu nú út at sleppa.

50.

Reystur var sagdur Álvur kongur,
væl má á honum skína,
hann kom út á víðan völl
við öllum rekkum sínum.

51. ,

Og so ríður hann Álvur kongur )
so reystuliga fram,
klývur hvönn um tvörar herðar,
sum móti honum rann.

52.

Klývur hvönn um tvörar herðar,
ið móti honum rann;
eftir stóð tá Ásmundur kongur
við sín triðja mann.

53.

Ásmundur gekk í grasagarð,
hann vindur skjúrtu í sveita,
hann sá; sær ikki svinri ráð,
enn á Oðin at heita.

54.

Ásmundur gongur í grasgarði,
víða gongur av sagn,
tríggjar ferðir í loga blæsur,
hann heitur á dýra Óðins navn.

55.

Hoyr tú, Óðin æsagrá,
đugnað veit tú mær,
tólv merkur í reyðargulli
vil eg geva tær.

56.

Tá kom maður á leikvöll fram,
hann vá við eggjateini,
eygað hevði hann eitt í heysi,
knept var brók at beini.

57.

Tá kom maður á leikvöll fram,
eingin av teim kendi,
eygað hevði hann eitt í heysi,
knept var brók at lendi.

58.

Og so ríður Álvur kongur
reystuliga fram,

klývur hvönn um tvörar herðar,
sum móti honum rann.

59.

Klývur hvönn um tvörar herðar,
sum móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.

60.

Óðin stoyttist í jörðina niður
undan brynju blá,
hann kom aftur á bakið hans,
gav honum banasár.

61.

Óðin hvarv úr sessi burtur
undir brynju belti,
hann kom upp á bakið hans,
Álv kong hann feldi.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0138.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free