- Project Runeberg -  Lesibók /
123

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jörðin skalv,
tá knörrur var drigin í neystið.

63.

Ganga teir frá strondum niðan
Rókur og Ringur prúði,

Steffan á so mangan hátt,
Hálvdan blæs í lúður.

64.

Ganga teir frá strondum niðan,
grimt var teim í huga,
ríva upp eikikelvi stór,
tykja ei vápnini duga.

65.

Kongurin gav os gull og silvur
mangar ringar bjartar,
standið nú so menniliga,
hevnið vár harras hjarta.

66.

Kongurin gav os gull og silvur
mangar ringar reyðar,
standið nú so menniliga,
hevnið vár harras deyða.

67.

Og so ríður Rókurin svarti
reystuliga fram,

klývur hvönn um tvörar herðar,
móti honum rann.

68.

Klývur hvönn um tvörar herðar,
móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.

69.

Tað var reysti Óðin kongur,
stoyttist í jörðina niður:
tær gevi eg nú, Rókurin svarti,
lív og fagran sigur.

70.

Tí svaraði Rókurin svarti,
helt undir grønari líð:
tí gavtú mær lív og frið,
tú tordi ei mín at bíða.

71.

So ríður hann Rókurin svarti
ígjögnum grøna lund,
einki gól tá eftir honum
heykur ella hund.

72.

Eg kann ikki kvöða meir
enn kvöðið er for rneg,
Rókurin svarti hevndi Álv
í níggjunda lið.

Jallgríms kvædi.

í.

Eina veit eg rímuna,
gjörd við nýtum orðum:
Jallgrímur og Havgrímur
ræðu fyri í forðum.

— Látum đans dynja dreingir,
stoltsliga stígum í ring,
stenđur hon væl frúva.

Jallgrímur og Havgrímur
ræðu við búnum brandi:
hin var sær á Upplondum,
men hesin á Bjarmalandi.

3.

Lögdu sær so ráðini við,
sum fornir gjördu í forðum:

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0139.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free