- Project Runeberg -  Lesibók /
124

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tað skal ikki kongur stýra
her um Heroyjar norður.

4.

Har komu niður á Bjarmalond
fimti riddarar reystir,
tá svaraði Havgrímur:
hvörjir eru hesir gestir?

5.

Svaraði ein av sveinunum,
smílist undir lín:

Haraldur kongur av Noregi
sendi meg til tín.

6.

Haraldur hevir os higar sent
ikki við so blíðum:
antin skaltú landið skatta,
ella ímóti stríða.

7.

Havgrímur so til orða tekur,
mælir tunga at inna:
her hevir eingin skattur gingið
alt tað ið frægir minnast.

8.

Eg eri alin á Bjarmalondum,
giti ei landið skattað,
ikki skal hann Haraldur kongur
fregna tað og frætta.

9.

Bóru burt hans borðbúnað,
gjört var av silvuri reina:
takið nú tann hövdinga
og berið út á teinum.

10.

Lögdu hendur á Havgrím unga,
ætlaðu út at bera,
hann vá upp sín bitra brand,
ið væl kundi brynjur skera.

11.

Hann brá upp sín bitra brand,
er mær ei á tí hól,
eg svörji tann eið við mína trúgv,
hann feldi riddarar tólv.

Sveinar riðu for kongin heim
við so nýtum orðum:
enn ræður Grímur á
Bjarma-londum,

sum hann hevir ráðið í forðum.

13.

Kongurin so til orða tekur,
helđur á búnum knívi:
eina skal eg Noregi stýra,
um eg eri á lívi.

14.

Kongurin so til orða tekur
við sínum gula hári:
vit skulum gista Bjarmalond,
tá ið líður at vári.

15.

Hetta frætti jallurin,
uppi situr í fjöllum:

Haraldur hevir Noregi hálvt,
nú vil hann ráða yvir öllum.

16.

Jallgrímur klæðist árla morgun,
man meg rættum minna:
nú lystir meg á Bjarmaland
fornar vinir at finna.

17.

Út var loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvaskegg.

18.

Prýdđur var hann við skarlak
niður á miðja síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Jallgrímur skuldi á rfða.

19.

Jallgrímur ríður í grasagarð,
loysir av saðilgjörð:
hvat er títt á Bjarmalondum?
frætti eg av í fjör.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0140.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free