- Project Runeberg -  Lesibók /
125

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Jallgrímur ríður í grasagarð,
letur so orðum byrja:
hvat er títt á Bjarmalondum ?
tað er fyrst at spyrja.

21.

Haralđur kongur av Noregi
ræð mót os at heija,
brynjaði hann út fimti kempur,
væl mundi eg meg veija.

22.

Her er komin ein annar gestur
niður frá högum fjöllum,
alin er upp blant Bjarmatussar,
og líkastur er hann tröllum.

28.

Alin er upp blant Bjarmatussar,
líkastur er hann tröllum,
hann vil mína sæla dóttir
føra upp mót fjöllum.

24.

Hann er eingin á Bjarmalandi,
honum torir at møta,
hvör ið kemur í holt við hann,
blóðig verður göta.

25.

Havgrímur kemur út árla morgun,
fátt man feigum forða,
hann sær nú tann fjallatussa
niður úr fjöllum spora.

26.

Hundar tóku at goyja hátt,
greppurin dró at garði,
stígur á legg við stinnum alvi,
fór ikki um við fari.

27.

Hundar tóku at goyja hátt,
greppur at garði dró,
stígur so sterkt á stinnan legg,
hann jörð um kálvar vóð.

28.

Hundar tóku at goyja hátt,
greppur at garði dregur,
stígur so sterkt á stinnan legg,
hann jörð um kálvar veður.

29.

Veggir allir svignaðu,
hvar hann kom í tún,
hurðar allar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.

30.

Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann gekk í sæti;
Jallgrímur so til orða tekur:
slíkt er trölla læti.

31.

Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann settist niður.
Jallgrímur so til orða tekur:
slíkt er trölla siður.

32.

Tá svaraði hann fjallatussi,
kinn hann bar so balda:
eg haldi tað ei vera kongalig.,
ið ikki skal kempum halda.

33.

Risin so til orða tekur,
lítur seg út til bíggjar:
hvar er frúgvin Ingibjörg?
nú vil eg hana síggja.

34.

Havgrímur so til orða tekur:
eg havi ráð og minni;
tú sært ikki Ingibjörg
enn á hesum sinni.

35.

Risin gjördist grimur í grönum
er mær ei á tí hól,
tríati sló hann reystar kempur,
fullu á hallar gólv.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0141.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free