- Project Runeberg -  Lesibók /
127

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

52.

Ein kom maður í höllina inn
millum stavs og veggjar:
skunda tær, reystur Haraldur
kongur,
landið undir teg at leggja.

53.

Skunda tær, reystur Haraldur,
glaður í gulmars geingi:
deyður er nú tann hövdingi,
os hevir forðað leingi.

54.

Hann legði undir seg ríkið alt
fram við sjóvarstrond,
síðan helt hann haðan burt
og ríður á Upplond.

55.

Jallgrímur kemur út árla morgun,
sær nú kongins dreingir,
talar hann nú til sínar menn:
roynið nú bogastreingir.

56.

Jallgrímur ríður út árla morgun,
kappin tann hin raski,
fimti vóru teir kongins menn,
ið fullu í fyrsta kasti.

57.

Jallgrímur rópar á sínar menn:
spennum vára bogar,
ikki skal Haraldur hárfagri
so Upplendingar kúga.

58.

Jallgrímur ríður á grönum völli,
sum aðrir reystir menn,
so feldi hann Haralds garpar
hundrað um ísenn.

59.

Átjan vóru teir sveinarnir,
boðini bóru heim:

Jallgrímur ræður á Upplondum
so frægur hilmir ein.

Nú skal brynja út annað lið
vera til víggja førur,
ríða so til Upplanda
og spenna á saðilgjórð.

61.

Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
riðu so á skógvin burt
fram fyri fagran hól.

62.

Jallgrímur kemur út árla morgun,
sær nú kongins dreingir;
talar hann nú til sínar menn:
spennum bogastreingir.

63.

Jallgrímur ríður út árla morgun
sum aðrir reystir menn;
so feldi hann Haralds greppar
hundrað um ísenn.

64.

Jallgrímur ríður á grønum völli,
royndi góðar gripir,
felđi niður av Haralds monnum
tíggju for hvöija sipun.

65.

Jallgrímur ríður á grønum völli
við sínum brandi bjarta,
ein fleyg örvin fyri hans bróst,
tá neit inn at hjarta.

66.

Úr sær reiv hann blóðiga örv
alvæl sum hann kundi,
sendi hana aftur í Haralds lið,
so mangur lívið týndi.

67.

Jallgrímur so til orða tekur:
felt havi eg úr liði;
gerið sum fyrst í fyrndartíðum:
gevið nú ongum grið.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0143.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free