- Project Runeberg -  Lesibók /
128

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Teir högga títt, teir líva lítt,
duplur hanga við stengur,
maktast ungi Jallgrímur
í víggi har hann stendur.

69.

Jallgrímur ríður á grønum völli,
nú tekur liðið at tynna:
glaður eg ríði at kvöldmálum
mína brúður at finna.

70.

Dagurin tók at kvölda,
teir sóu risan renna,
oman skruddu dalir og fjöll,
tá hann ræð teir at kenna.

71.

Eg havi staðið f stríð í đag
og vegið so mangan mann,
nú síggi eg tann fjallatussa,
eg meini hann vil mær ann.

72.

Eg havi staðið í stríð í dag
og vunnið tann sigurin prúð;
eg eri møðður og illa særdur,
hvíla vil eg nú.

73.

Ongan skaltú søtan sova,
so leingi sum brandar bíta,
fyrr en eg fái Ingibjörg,
sum væn er á at líta.

74.

Hann legði inn at Jallgrími unga,
sigst í hesum tátti,
harðliga við beinum bankar,
fór ikki um við sátti.

75.

Riðu saman á grønum völli,
frá man frættast víða;
so rann sveitti um belti hans
sum elvur í fossinum stríða.

76.

Jallgrímur gav so vont eitt högg,
tað tók at rúka av skalla:
tað er ei so undarligt,
um eg í dag man falla.

77.

Hevði eg ikki for mínum brósti
fölt tað tunga mein,
ikki skuldi tú, fjallatussi,
boðini borið heim.

78.

Jallgrímur reiðjar svörð íkring,
vegur við vápn á skildir,
so hjó hann til fjallatussan,
eggin beinið kyldi.

79.

Risin sipaði jarnstongina
við so miklari ferð,

Jallgrímur fekk so ont eitt slag,
at heilin đreiv á jörð.

80.

Gylsteinur sær úr heri brá,
væl kundi brynjur skera:
ikki skal frúgvin Ingibjörg
risans brúður verða.

81.

Gylsteinur seg frá heri reið,
við sínum brandi brá,
hann kleyv henda giima risa
sundir í lutir tvá.

82.

Tað var reystur Haraldur kongur,
gav honum gávur góðar:
Bjarmalandi yvir at ráða
og Ingibjörg, væna fljóð.

83.

Gylsteinur festi Ingibjörg,
so er komið til mín,
síðan førdi hann Haraldi kongi
skatt og gull í skrín.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0144.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free