- Project Runeberg -  Lesibók /
129

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Jómsvíkingar.

í.

Drekka teir í Jómsborg
bæði úti og inni,
drukku og kláran vín,
glaðir á hvörjum sinni.

— Snildar tungur bera æru
mans so víða,
eg sá hjörtin renna unđir so
grønar líðir,
snildar tungur bera æru mans
so víða.

2.

Drekka teir í Jómsborg
bæði við gleði og gaman;
har skal eingin stíga til borðs,
fyrr enn tríati ár var gamal.

3.

Drekka teir í Jómsborg
uttan sorg og sút,
drukku fullar tólv mánar,
har kom eingin út.

4.

Drukku fullar tólv mánar,
har kom eingin út,
tað var Vagnur Ákason,
hann gekk har fyrstur út.

5.

Inn kemur Vagnur Ákason,
talar um sín vilja;
nú skal búgva skipini,
tí nú lystir meg at sigla.

6.

So letur Vagnur Ákason
síni skipim búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

7.

Vindur hann upp síni silkisegl
gulli vovin í rá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Noregis vág.

8.

Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand;
tað var Vagnur Ákason,
hann gekk har fyrstur á land.

9.

Tað var Vagnur Ákason,
hann gekk har fyrstur á land;
har kom ímundur hvíti,
hann högdi av honum hand.

10.

Inn kemur ímundur hvíti,
ið mist hevði hand:
ófriður er í Noregi,
er gingin á kongins land.

11.

Inn kemur ímundur hvíti,
ið fingið hevði mein:
komnir eru Jómsvíkingar
so vítt yvir allan heim.

12.

Svaraði kongur í Noregi:
nú man tað so vera,
nú skal eg láta boðini
til illgerðsfrúvu gera.

13.

Tólv merkur í reyðargulli,
tað vil eg henni senda,
drepur hon tann hin sterka her,
og skilur meg við tann vanda,

9

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0145.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free