- Project Runeberg -  Lesibók /
131

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

30.

Svaraði kongur í Noregi,
sær ber gull á hond:
fyrr vil eg missa ein mín son
enn öll míni ríki og lond.

31.

Sára græt kongur í Noregi,
honum rann tár á dúk,
tá ið teir bóru hans unga son
um hallardymar út.

32.

Tað var Guðrun illgerðsfrú,
á fáum kundi hon hól,
sveinin reiv hon kykan sundir,
hon blóđgaði hann í sín stól.

33.

Eitt kom æl av Kingilvág,
tað glumdi sum á húð,
allir krokaðu Jómsvíkingar
inn í eina búð.

34.

Eitt kom æl av Kingilvág,
ilt var móti at líta,
Jómsvíkingar og reystir kappar
fast á kampi bíta.

35.

Eitt kom æl av Kingilvág,
haglið stóð hvört oyri;
voldi tað Guðrun illgerðsfrú,
at allur herurin doyði.

Sigmundar kvædi.

Fyrsti táttur.

1.

Olavur kongur kristnum býður
gud og mildar miskunnar tíðir.
— Noregis menn, dansum væl
í friðum,
stillið ydur alla riddara, Noregis

menn,

dansið væl í friðum.

2.

Ólavur heitir á sveina fvá:
heintið Sigmund inn til vár!

3.

Áðrenn teir hövdu hálvtalað orð,
tá var Sigmunđur inn fyri borð.

4.

Sigmundur fellur á síni knæ:
góðan đag, harri, hvat viltú mær ?

5.

Kongurin tekur í Sigmundar

hond:

eg gevi tær helvtina av Føroyja

land.

6.

Tú skalt fara til Føroyja vestur,
tær skal fylgja Tambar prestur.

7.

Tú skalt fara til Føroyja land,
tær skal fylgja Tannebrand.

8.

í Føroyjum býr ein fínskur mann,
Tróndur í Götu eitur hann.

9.

Tróndur í Götu eitur hann,
mín kæri Sigmundur, fá mær

hann!

9*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0147.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free