- Project Runeberg -  Lesibók /
136

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

14.

Vindur upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.

15.

Strikar ei á bunka niður
fyrr enn á Noregis vág,
har lá Grímur innan fyri,
spælir í brynju blá.

16.

Hoyr tú Bolli Tollaksson,
eg geri tað ei at loyna;
gakk á sund við griman mann,
har skaltú teg royna.

17.

Svarar tá Bolli Tollaksson,
hann lítur á henda mann,
flestalt er hann av gívrum treystur,
eg royni ei sund við hann.

18.

Far tú teg til íslanđs aftur,
heilsa fólki heim,
eg skal mær á sundið út
at fremja lítlan gleim.

19.

Tú heilsa Guðrun Ósvivsdóttir
av so góðum treysti:
ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað tekur at heysta.

2o;

Bolli vindur upp síni segl
og út f havið setti;

Kjartan legðist á sundið út
at fremja leikir eftir.

21.

Bolli vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn á íslands vág.

Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land.

23.

Fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land;
tá var hon Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.

24.

Tá var hon Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand:

f

hvar er hann Kjartan Olavsson,
hví kemur hann ikki á land?

25.

Tú tarvt ei Guðrun Ósvivsdóttir
eftir honum at fregna,
hann er seg í Noregi
so glaður við kongins tegnar.

26.

Kjartan er í Noregi,

fáir finnast slíkir;

hann hevir fest eina norska frú,

hon er ikki tygara líki.

27.

Guðrun snúðist Bolla ífra,
var reið og ikki góð:
vont er slíkum rakkum at trúgva,
tár á kinnum stóð.

28.

Bolli legði at Leygará,
mongum illa tótti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðrun Ósvivsdóttir.

29.

Tað var Bolli Tollaksson,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
læt ikki leingi fresta.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0152.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free