- Project Runeberg -  Lesibók /
141

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

7.

Kongurin sigldi í havið út
við teim gyltu lögdum,
møtir hann Galta íslandsfara,
rímtur av mörgum brögdum.

8.

Hoyr tað tú hin lítli maður,
situr í báti niðri:
veist tú nakran fyrilit
at greina frá várum sigri?

9.

Eg sá eikirnar standa við sjó,
sum skínanda gullið bjartar,
tá fell av hvör ein kvistur,
vóru so allar svartar.

10.

Eg sá enn eitt annað træ,
tað var av öllum meiri:
harri, tað eru sálir tygra
og slíka garpa fleiri.

11.

Eg sá fljúgva oknir sjey,
rann teim blóð at veingi:
tað ber fyri tygara sál,
tær missið lív og dreingir.

12

Eg sá fljúgva aðrar sjey,
brent var teim á fiðri,
aftan til sum svörð at sjá,
tær møttust har á mýri.

13.

Eg sá ljós í lofti brenna,
ein so fagran skara:
tað verður fyri tygara sál,
hon man til himla fara.

14.

Tað var reysti Haraldur kongur,
heldur á eggjateini:
tær skuluð Galta á hondum taka,
munnuð tó vera seinir.

15.

Hildarmaður av heitum skalv
niður á knæið hvassa,
kongurin bresti lítlum lóv,
og tá skalv hjartað í Galta.

16.

Galti fór við furkum fram,
legði árar í sjó,
hirdi lítið um kongins vreiði,
seg frá skipunum dró.

17.

Galti fór í víkina inn,
sum hann hevði ligið leingi:
kongurin helt fram síni ferð,
hann misti bæði lív og dreingir.

18.

Galti fór í víkina inn,
sum hann hevði ligið fyrr:
kongurin helt fram síni ferð,
hann misti bæði lív og lið.

19.

Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á lanđ.

20.

Fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land,
og albrynjaður Tostan jall
undir hans høgru hand.

21.

Og albrynjaður Tostan jall
undir hans høgru honđ,
teir slógu sínar tjaldbúðir
so skamt frá sjóvarstrond.

22.

Tað var uppá ein helgan dag,
sólin skein so víða,
kongin lystir í staðin upp
at skoða teir kostir fríðar.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0157.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free