- Project Runeberg -  Lesibók /
142

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

23.

Kongin lystir í staðin upp
at skoða teir kostir fríðar,
gingu undir ein högan heyg,
so eingin skuldi á lýða.

24.

Tær vil eg Tostan, bróðir mín
ríkið aftur fáa,
allar hálvar landkomstir
at vera hövdingar báðar.

25.

Tær vil eg Tostan, bróðir mín
landið aftur leggja,
allar hálvar landkomstir
at vera hövdingar beggja.

26.

Tí svaraði Tostan jall
alt foruttan trega:

Haraldur kongur fylgdi mær,
hvat skulum vit honum geva?

27.

Tí svaraði Tostan ja.ll,
gott er slíkt at njóta,

Haraldur kongur fylgdi mær,
hvat skulum vit honum bjóða?

28.

Honum vil eg ikki meiri geva,
sjálvur vil hann sær kjósa:
hava land for sína longd
og lítlum sigri rósa.

29.

Honum vil eg ikki meiri geva,
sjálvur vil hann tað tiggja:
hava land til sína longd
og nógv rúm í at liggja.

30.

Eg bjóði tygum öllum heim,
meiri av monnum og minni,
um tær viljið halda frið
og ongum neisur vinna.

31.

Tí svaraði kongurin,
heldur á búnum stáli:
um hvat mælti kongurin,
í dag fann teg á máli?

32.

Mær vildi kongur bróðir mín
ríkið aftur fáa,
allar hálvar landkomstir
at vera hövdingar báðar.

33.

, Mær vildi kongurin bróðir mín
ríkið aftur leggja,
allar hálvar landkomstir
at vera hövdingar beggja.

34.

Tær vildi hann ikki meira geva,
sjálvur skuldi tú tær kjósa:
hava land til tína longd
og lítlum sigri rósa.

35.

Hann vilđi tær ikki meiri geva,
sjálvur mundi tú tað tiggja:
hava land til tína longd
og nógv rúm í at liggja.

36.

Hann beyð okum öllumv:heim,
meiri av monnum og minni,
um vær vildum halda frið
og ongar neisur vinna.

37.

Tað var tá sum ofta er enn:
mangt er í brögdum vunnið,
illa líkar Haraldi kongi,
at hann ikki ensku kunni.

38.

Tí svaraði Tostan jall:
tí skal ikki spara:
hava við okum brynjað lið,
tí gott er við frið at fara.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0158.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free