- Project Runeberg -  Lesibók /
143

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

39.

Tí svaraði Haraldur kongur:
tað man ei um vara,
hvat skal okum brynjað lið?
til skemtan skulum vær fara.

40.

Teir fóru seg til hallar heim,
slíkt kom teim ei í huga:
brynjað lið at borði sat,
og ei hava ráðini dugað.

41.

Hirðin leyp at hallardurum,
sum skínanda gullið bjartar,
kongurin hopar til hallarvegg
við stáli og stinnum hjarta.

42.

Brandi brá og mælti svá:
hilmar undan leypa,
eg skal standa eftir ein,
lív mítt dýrt at keypa.

43.

Brandi brá og mælti svá:
tað man nú so verða:
báðir skulum vær falla í senn,
eg mælti teg fyrst til ferðar.

44.

Upp leyp ein av kongins monnum,
sínum brandi brá,
hann kleyv ungan Tostan jall
sundir í luti tvá.

45.

Tað var spell, at jallur fell
frá tí rúnar veldi,
kongurin stendur eftir ein,
so sigst, av grimum feldi.

46.

Jallurin fell, og tað var spell,
frá tí gullinum reyða:
kongurin stendur eftir ein,
teir søkja til hans deyða.

47.

Gingu inn for Geyta í loft
og dugnað biðja sær:
gott er at hevna fornar sakir,
deyðan vildi hann tær.

48.

Gingu inn fyri Geyta í loft
og dugnað biðja sær:
gott er at hevna fornar sakir,
deyða vildi hann tær.

49.

Geyti læt tá dubba seg,
tó tað var honum í móti,
stakk ígjögnum stillis bróst
við tí valða spjóti.

50.

Tað var Geyti Áslaksson,
ið kongin førdi av lívi,
hann vann ikki sigur síðan,
hvar hann var í stríði.

51.

Tað var Geyti Áslaksson,
ið kongin førdi til heljar,
so er fallið hundrað mangt,
at eingin man túsund telja.

52.

Allir teir, ið eftir vóru,
sigldu tann sjógvin salta;
kongurin fell í Onglandi,
og út gekk gáta Galta.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0159.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free