- Project Runeberg -  Lesibók /
144

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Jatvarðs ríma.

í.

Ein býr jallur í Noregi,
synir eigir hann sær:
annan nevni eg Niklas
og annan Jatvarð.

Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær gróa

væl.

2.

Einki gjördi Niklas
uttan seyng av síni bók,
og hin ungi Jatvarð,
ið saltrið sló.

3.

Og hin ungi Jatvarð,
ið saltrið sló,
møtti frúnni fylgismoy
morgun fyri sól.

4.

»Hví vekja tær so snimma,
og hví vekja tær so árla?
tær hava lítla náttarógv,
sova munu tær valla.«

5.

»Tí vekjum vær so árla,
og tí vekjum vær so snimma:
vári hústrú vatn at taka,
tað er örindini.

6.

Reyð er hon sum lilja,
tað lystuliga vív,
áður vil hon vaska sær,
enn sólin roðar í líð.

7.

Reyð er hon sum lilja,
tað lystuliga sprund,
áður vil hon vaska sær,
enn sólin roðar í lund.«

8.

Svaraði hin ungi Jatvarð,
í glentan sín:

»Mong er fögur skikkjan,
ið fals býr undir lín.«

9.

»Tú gert ei hennara skikkju

spotta,

ei hvat undir býr lín,
líkari var tær, Jatvarð, at vita
allar ættir tínar.

10.

Tú gert ei hennara skikkju spotta,
ei hvat undir stár,
líkari var tær, Jatvarð, at vita,
hvör ið tín faðir vá!«

11.

Tað var hin ungi Jatvarð,
settist á dökka fold,
tað var mær av sanni sagt,
hann sortnaði sum ein mold.

12.

Tað var hin ungi Jatvarð,
lítur seg í eystur:

»Tungt er at vera í veröldini
og vera so ættaleysur!«

13.

Ein kom maður á víðan völl

framm,

vegur við eggjateini,

eyga hevði hann eitt í heysi,

knepta brók á beini.

14.

»Hoyr tú, ungi Jatvarð!
set teg niður hjá mær,
ættirnar tær tarftú
ikki frýggja tær.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0160.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free