- Project Runeberg -  Lesibók /
145

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

15.

Nær er hann tín trímenningur,
ívar Holm,

Guttormur í Hattarbóti,

Pætur Landaljóð.

16.

Nær er hann tín trímenningur,
Guttormur í Hattarbóti,

Stígar og hann Stavn
og Pætur Landaljóði.

17.

Kongurin í Spanialandi
brendi tín faðir inni,
níggju hundrað í glæstriborg
og ongum háttri minni.

18.

Kongurin í Spanialandi
brendi hann tín faðir á báli,
níggju hundrað í glæstriborg,
tá reystu brøður báðar.

19.

Tá ið tú sigir honum
frá ívari Holm,
enntá man hann vísa tær
á sínar herkonur tólv.

20.

Tær blanda tær
tað eitur í vín,
enntá hygg tú, Jatvarð,
at fingurgulli tínum!

21.

Tær blanda tær
tað eitur í bjór,
sveitka tekur títt fmgurgull,
tað rodnar sum eitt blóð.«

oo

■JaJ,

>Honum vildi eg geva
rníni góðu gráu skinn,
ið mær vildi borið boðini
fyri ívar Holm inn.«

23.

»Hav tú sjálvur
tín góðu gráu skinn,
eg vil bera tær boðini
fyri ívar Holm inn«.

24.

Úti í miðjum grasgarði
axlar hann sær skinn.
og so búgvin gongur hann
fyri ívar Holm inn.

25.

»Sit væl, ungi ívar Holm,
drekkur mjöð og vín,
úti stendur Jatvarð,
so tarvligur er hann tín.«

26.

Svaraði ungi ívar Holm,
drekkur mjöð av skál:

»Hvat er um Jatvarði
til neyðindarmál ?«

27.

»Tað er unga Jatvarði
til neyðsynjarmál:
kongurin í Spanialandi
brendi hans faðir á bál.

28.

Kongurin í Spanialandi
brendi hans faðir á báli,
níggju hundrað í glæstriborg,
tá reystu brøður báðar.«

29.

Tað var ungi ívar Holm,
sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjöður
á hallargólvi fleyt.

30.

So letur hann ívar Holm
byggja skipin sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0161.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free