- Project Runeberg -  Lesibók /
146

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

31.

Og so letur hann ívar Holm
byggja skipin stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

32.

Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Spanialand.

33.

Tá ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á so hvítan sand.

34.

Letur hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann ívar Holm
sínum fótum á land.

35.

Fyrstur steig hann ívar Holm
sínum fótum á lanđ,
og hin ungi Jatvarð
undir hans høgru hand.

36.

Uttarliga at durunum
har gistu teir við list,
innar gongur ívar Holm,
biður teir veita vist.

37.

Innar gongur ívar Holm
biður tá veita vist,
eftir spurdi Spanialands kongur,
hvar ið teir hövdu gist.

38.

»Gistum vær tann boðafart,
so tann breiða fjörð,
vær vistum ei, hvört tað var
himmal ella jörð.

39.

Gistum vær tann boðafart
heima á vár garð,
tá ið vær drukkum ervi
eftir faðir Jatvarðs.«

40.

Tí svaraði Spanialands kongur,
lítið at tí ló:

»Líkt er hatta orðum hans
ívar Holm!«

41.

Tá ið hann segði honum
frá ívari Holm,

enntá mundi hann vísa honum
á sínar herkonur tólv.

42.

Tær blanda honum
tað eitur í vín,
enntá hyggur Jatvarð
at fingurgulli sínum.

43.

Enntá hyggur Jatvarð
at fingurgulli góð,
sveitka tekur tað fingurgull,
tað rodnar sum eitt blóð.

44.

»Enntá er tað siður
heima á vár garð:
sjálv tað skaltú, ríka frú,
drekka skálum av!«

45.

sRíkur ertú, riddarin,
skortar tú ei fæ,
tað verður ikki, meðan eg livi,
eg drekki vín við tær.«

46.

Svaradi hin ungi Jatvarð,
smílir undir lín:

»Enntá skaltú drekka
fyri báðum eygum mínum!*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0162.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free