- Project Runeberg -  Lesibók /
147

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

47.

Tað gjördi hann Spanialands

kongur

ið tað fyrsta mein:
sendi lítlan njósnara
í kvinnustovu heim.

48.

Svaraði hin ungi Jatvarð,
smílir undir skinn:

>Tú skalt ikki boðini bera,
fyri Spanialands kongin inn!«

49.

Tað var hin ungi Jatvarð,
við sínum svörði brá, ’
hann kleyv lítin njósnara
sundur í luti tvá.

50.

Tað var hin ungi Jatvarð,
við sínum svörði brá,
hann kleyv allar herkonur
sundur í luti tvá.

51.

»Hoyr tað tú nú, Spanialands
kongur!

eg tali nú til tín,

hvat havi eg í bøtur tikið
eftir sæla faðir mín?«

52.

Tí svaraði Spanialands kongur,
lítið at tí ló:

»Tú fært ikki so mikið
sum sólar av mínum skó!«

53.

Ei var mjúkur kongafundur,
ei ló alt í senn,
eingin visti av at siga,
fyrr enn svörðið stóð í tenn.

54.

Ei var mjúkur kongafunđur,
ei ló alt í hóvi,
eingin visti av at siga,
fyrr enn kongur fleyt í blóði.

55.

Eg sá koma tógva menn
sunnan eftir höll,
droyra drigin vóru
teirra herklæði öll.

Skrimsla.

í.

Tað var (um) ein halgan dag,
man meg rætt um minna:
bóndin fór á skógvin burt
epli og aldin at finna.

Vinturin líður, sumarið kemur,
jörðin gerst so blíða,
grør so fagurt aldin undir lfða.

Tað dregur at tí myrka æii,
sólin líður at fjalli,
bóndin vildi fegin og fúsur
heima verið til halla.

3.

Tað đregur at tí myrka æli,
dagurin leið at kveldi:

10*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0163.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free