- Project Runeberg -  Lesibók /
148

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

bóndin vildi fegin og fúsur
heima verið í veldi.

4.

Tað lættir í tað myrka ælið,
lýsir um leið so langa:
bóndin sá á skóginum skrímslið
mikið móti sær ganga.

5.

Skrímslið kom úr jörðini upp,
mikið er Oðins evni,
tigultalv í hendi ber
og beint á bóndan stevnir.

6.

Búgvið talv í hendi bar
av hvíta fílabeini:
so vóru teir terningar
av reyðargulli reina.

7.

Risin so til orða tekur,
ríkur av tröllskum alvi:

»setist niður, søtin mín,
vit leikum títt við talvi!«

8.

Bóndin svaraði og sagði: »nei,
tað má ei so vera,
eg havi ikki lært at leika talv
ella nakra skemtan gera.«

9.

»Tú mant ljóta at leika talv,«
segði tann tussin harði,

»kosta skal hövur mítt ella títt,
men hvörki góðs ei garðar.«

10.

Bónðin dvaldist ei leingi tá,
hann fann uppá tey ráð:
hann dregur uppá seg sigur-

hanskar,

sigur mundi hann fá.

11.

Bónðin leyt tá leika talv,
tóat hann treyður vildi;
so fell teirra fundur út,
sigurin honum fylgdi.

Teir telva títt, teir telva dátt
hvörki um góðs ei garðar,
risin tapti lív og lund,
hövur og heysin harða.

13.

»í talvi hevir tú vunnið meg,
og mant væl av gávum rósa:
lova nú mær at loysa lív,
sum sjálvur tú vilt kjósa.«

14.

»Lovi eg tær at loysa lív,
flyt mær fram ið fyrsta,
virtur og vín og aldinsvín
og alt tað, ið lív kann lysta!

15.

Tú skalt mær til hallar føra
breiða borg og langa
bæði við veggir og víngarðar
alla ævi standa.

16.

Har skal gólv á grundum vera
av hvítum marmorasteini,
rævur av seigum sifrisviði,
veggir av fílabeini.

17.

Har skal gólv á grundum vera
tigulstein sum tinna,
takið takt við blýggi blátt,
tað besta sum man kann finna.

18.

Har skulu seggja seingir síggjast
gjördar við gólvið niðri
bæði við beð og blæur á
fullar av Fenixfidri.

19.

Har skulu seggja seingir síggjast
av dýrum dúni full,
síðan alt við purpurklæði
og reina reyðargull.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0164.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free