- Project Runeberg -  Lesibók /
149

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Har skal kelda kurtalig,
góðan grip skal kalla,
full við dýrar drykkir tá
vítt um vörild alla.

21.

Har skal kelda kurtalig
alla ævi renna,
har skal eingin livandi
til sótt ella sjúkdóm kenna.

22.

Har skal eingin sjúkur verða,
fyrr enn sjálvur lystir at deyða;
ella eg höggi hövur av tær
sum ein hund til heyg.

23.

Har skal eingin sjúkur verða,
fyrr enn sjálvur lystir at velja;
ella eg höggi hövur av tær
sum ein hund til heljar.

24.

Har skal bæði matur og drekka
flytast fram at borði;«
risin vil ikki láta lfv,
hann játtar í hvöijum orði.

25.

Bóndin fagnar brúður blítt,
hann kemur heim á kveldi:
»vænta man eg virðið mítt
vaxa brátt í veldi.«

26.

Bóndans kona til orða tekur,
tók so sárt at gráta:

»so man skrímslið skiljast við teg,
tú mant lívið láta.«

27.

Bóndin sovnar alvæl fast
blítt á brúðar armi;
risin sankar gullið saman
troyttur og tungar av harmi.

Skrímslið fór bæði um sjógv og

sand,

dalir og førslu fjöll,
hann flutti borg í bóndans garð
við góðs og gripum öll!

29.

Hann mundi honum til hallar føra
breiða borg og langa
bæði við veggir og víngarðar
alla ævi standa.

30.

Hann mundi honum til hallar føra,
tað var ið tað fyrsta,
virtur og vín og aldinsvín
og alt tað, ið lív kann lysta!

31.

i Har mundi gólv á grundum vera
I av hvítum marmorasteini,
rævur av seigum sifrisviði,
j veggir av fílabeini.

32.

Har mundi gólv á grunđum vera
tigulstein sum tinna,
takið takt við blýggi blátt,
tað besta sum man kann finna.

33.

Har skulu seggja seingir síggjast
gjörðar við gólvið niðri
bæði við beð og blæur á
fullar av Fenixfiðri.

34.

Har skulu seggja seingir síggjast
av dýrum dúni full,
síðan alt við purpurklæði
og reina reyðargull.

35.

Har skal kelda kurtalig,
góðan grip skal kalla,
full við dýrar drykkir tá
vítt um vörild alla.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0165.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free